Titanic filmsleikari deyð

 Elsa Raven, filmsleikari, er deyð. Hon spældi leiklutin sum Ida Strauss, sum fórst við Titanic í stórfilminum um marglætisskipið, ið sakk.

Elsa Raven gjørdist 91 ár.

Fólk minnast hana eittnú frá filmunum, sum nevndust “Aftur til framtíðina”.

Men tey flestu minnast hana kanska fyri leiklutin í filiminum um Titanic. Hóast fleiri av brotunum, har hon var við, vórðu sáldaði frá í endaliga filiminum, so minnast fólk hanna óivað frá hugtakandi filmsbrotinum, har hon og maðurin liggja í songini í skipskamarinum, meðan sjógvurin streymar inn, og skipið søkkur.

Raven varð borin í heim í 1929, og hevði langa yrkisleið sum sjónleikari. Hon byrjaði á palli í New York, og í 1970 fekk hon fyrsta filmsleiklutin. Hetta var í filminum The Honeymoon Killer. Hon hevur eisini spælt í røðunum Seinfield, Amen og Wiseguy.

##med2##