Tað er týdningarmikið, at tað er lætt hjá øllum at seta egið virki á stovn. Vit skulu gera tað møguligt hjá øllum skapandi og nýhugsandi at stovnseta eitt felag. Tað gera vit, við at taka eina av størstu forðingunum burtur, nevniliga tí peningaligu forðingina. Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, leggur fram uppskot fyri Tjóðveldi um, at tað skal bera til at stovna íverksetaravinnufeløg, ÍVF, við einari krónu í innskotspeningi. Hesum stuðlar Unga Tjóðveldið.
Í dag er kravið fyri smápartafelag, at felagið skal hava eitt innskot á 80.000 kr. Hetta eru alt ov nógvir pengar hjá nógvum. Tað ger, at øll tey nýskapandi hugskotini hjá teimum við minni pengum, fara til einkis. Í hesum føri geva vit ikki øllum møguleika at skapa sítt egna virki. Tað er tí, at tað er týdningarmikið, at tað verður møguligt at seta á stovn sokallað íverksetaravinnufeløg, stytt ÍVF, við einari krónu í innskotspeningi. Hetta er eitt gott alternativ til vanlig partafeløg. Hendan skipanin er sera góð tey fyrstu árini, soleiðis at virki kann byggja og styrkja seg til at umskipa seg til smáparta- ella partafelag.
Íverksetanarhúsið hevur eisini víst á, at vit mugu hava fleiri íløgur í íverksetan og meiri innovatión. Vit skulu gera tað lættari at fáa hugskot til veruleika, tí íløgur í íverksetan hava stóran týdning fyri samfelagið. Landið átti eisini at gjørt tað soleiðis, at íverksetan í størri mun gjørdist ein partur av fólka- og miðnámsskúlaskipanini. Hetta hevði verið við til, at ment førleikar hjá fólki, ið ikki verða mentir í dag.
Vónandi fara hinir flokkarnir at taka undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi, ið er við til at skapa eitt fjølbroytt vinnulív, har øll fáa møguleika at taka lut í. Serliga eru tað okkara ungu íverksetarar, ið verða forðaðir at skapa undir núverandi skipan.
Fyri at menna okkara samfelag hevur tað stóran týdning, at vit skapa nýggjar vinnumøguleikar samstundis sum vit kunnu menna okkara núverandi vinnugreinar. Hetta eru íverksetarar við til.
Kristina Clementsen,
Løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi