SAMANHALD
Tá verandi fiskidagaskipan var skrúvað saman fyri sløkum 15 árum síðan, vóru bæði fiskifrøði, vinna og politiska skipanin við í arbeiðnum. Henda skipan hevur nú staðið sína roynd við teimum ”glíðingum” – størri ella smærri - sum hava verið í henni hesi ár.
Tað eru tey, sum meta, at skipanin framvegis er góð og burðardygg, meðan onnur halda, at neyðugt er at stilla skipanina av nýggjum.
Grundarlagið undir tí, sum rópt verður stovnsrøkt, er partvís broytt, tí nýggj vitan innan fiskifrøði talar fyri nýggjum útrokningarhættum fyri eitt nú gýtingarstovnar. Í aðrar mátar eru ymiskar meiningar um, hvussu veiðitrýst broytist við færri, men nýggjari skipum og bátum.
Aðrir spurningar eru eisini, sum hædd kanska ikki í nóg stóran mun varð tikin fyri, tá skipanin í sínari tíð varð skrúvað saman.
Tjóðarsemja
Javnan hoyrist, at føroyskir framleiðarar og fiskaseljarar renna seg í trupulleikar á altjóða marknaðum, tá ræður um sølu av føroyskum fiski og fiskaúrdráttum, tí umheimurin er ivingarsamur um burðardyggleikan í okkara fiskiveiði.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, er tí farin til verka, har hann ætlar sær at finna eina tjóðarsemju um, hvussu vit skulu skipa okkara fiskiveiði í framtíðini.
Sjálvur er hann av teirri áskoðan, at reglurnar á føroyskum øki við fiskidøgum, gýtingar-og økisfriðingum, meskastøddum og øðrum avmarkingum og treytum gera, at vit hava eina burðardygga fiskiveiði.
Men samstundis ásannar Jacob Vestergaard, at neyðugt er hjá Føroyum sum fiskivinnusamfelag at standa saman um okkara fiskiveiðiskipan úteftir – heilt úr fiskifrøðini umvegis vinnuna og til politisku skipanina.
- Eg fari tí at taka stig til, at vit á breiðum grundarlagi taka alla fiskidagaskipanina upp til eftirmetingar og nýggja viðgerð, sigur hann.
Skipanarnevnd
Landsstýrismaðurin sær fyri sær, at ein nýggj skipanarnevnd verður sett, eins og tá fiskidagaskipanin varð sett saman og samtykt á sinni.
- Eg fari at arbeiða fram ímóti, at Føroyar sum samfelag endurtaka ”succe’ina” við eini breiðari fiskifrøðiligari, vinnuligari og politiskari semju um fiskidagaskipanina og okkara framtíðar veiðisetning.
Hann sigur, at í einari slíkari viðgerð skulu øll viðurskifti takast við.
- Reglur skulu orðast um, hvussu vit halda skipanina við líka, eins og hvussu vit skulu takla støðuna, tá fiskastovnar gerast illa fyri.
Jacob Vestergaard vísir á, at hann eisini kundi hugsað sær, at altjóða havgranskingarstovnurin ICES møguliga hevði umboð við í eini slíkari skipanarnevnd.
- Eg kundi hugsað mær, at hetta arbeiði fór í gongd í næstum, soleiðis at Føroyar kunnu siga umheiminum, at vit taka spurningin um burðardyggleika í okkara fiskiveiði í størsta álvara, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum ásannar týdningin av, at Føroyar sum tjóð – og við einari rødd – eru samd um, at okkara fiskiveiða er burðardygg.