Tjóðskaparligar Semjur Framtíðar vinna Føroya

Bogi Eliasen
Stjórnmálafrøðingur (cand.scient.pol)
????????
Hvat skulu vit liva av í framtíðini og hvussu sær Føroyar út um 15 ár?
Mangan verður sagt at vit liva í eini broytingartíð, og vit mugu ansa eftir at Føroyar ikki gerast eftirbátur í alheimsgerðini. Vit mugu fylgja við í nýskapan og broytingum og laga samfelag okkara til støðugt broytandi veruleikan. Men hvat merkir hetta?
Føroyar eftirbátur
Heimurin broytist, og tað hevur hann altíð gjørt. Við nýmótans tøknini broytast viðurskiftini skjótt, og tí er umráðandi at verða við alla tíðina, fyri ikki at gerast eftirbátur. Vit ynskja jú at hava eitt samfelag, sum er millum heimsins bestu og vit fíggja í stóran mun samfelagið við at útflyta vørur. Í okkara lítla landi búgva so mikið fá fólk, at heimamarknaðurin eina er ov lítil til stórar fyritøkur. Vit byrja eisini at merkja, at leisturin vit hava ífiskivinnuni, helst ikki verður nøktandi, tí t.d. Kina megnar at skera fisk fyri so lítlan pening, at tað loysir seg hjá sjálvt russum at flyta fiskin til Kina at virka. Spurningurin er um vit bert skulu verða fiskur og um vit skulu framleiða fisk, um vit so ikki skulu broyta okkum á hesum øki. Men hetta er eisini tengt at nógvum øðrum viðurskiftum.
Dygd
Land okkara er jú lítið, og hevur hetta bæði fyrimunir og vansar. Vit eru lítil tá talan er um nøgdarframleiðslu, og kunnu tí hava ilt við fóta okkum soleiðis. So kundi verið sagt at vit eiga at miða eftir dygd, og eru flestu samd um at so er. Men mest umráðandi er, at vit miða eftir at brúka teir fyrimunir, vit hava av at liggja mitt í Atlantshavinum, og at vit hava sera avmarkað landaøki við einum lítlum fólkatali, men eitt stórt havøki og rímiliga prísgóð fiskasløg. Tað er ikki nøktandi bert at gagnnýta okkara tilfeingi sum best ber til. Tað má verða eitt krav at vit royna at gagnnýta í mestan mun, soleiðis at samfelagið fær sum mest burturúr.
Hetta krevur m.a. at politiskar semjur, helst millum allar flokkarnar, verða gjørdar. Talan er bæði um vinnubygna, arbeiðsmarkna, útbúgving og ikki minst gransking.
Hvat vilja vit?
Vit hava brúk fyri at hava bæði eitt politiskt, men eisini at fólksligt kjak, um hvussu vit ynskja einar framtíðar Føroyar. Hvat ætla vit at landið skal liva av og hvussu? Vit vita, at vit verða støðugt noydd at menna okkum og taka lut í tøknimenningini, um vit skulu hava vónir um at klára okkum mitt í alheimsgerðini. Hvussu skulu vit fáa sum mest burturúr kumuleringsavtaluni, hvussu skal samstarvið við ES verða og hvat skulu vit raðfesta hægst? Eiga vit at leita okkum eftir møguleikum aðrastaðni eisini, ella er ES einasta alternativið. Og nei, tað er ikki gott nokk at bíða eftir hvat Noreg og Ísland fara at gera.
Ikki bert okkara avgerð
Partur av alheimsgerðini er, at alheimurin er meira tengdur saman, og tí ávirkar tað okkum hvat onnur gera. Møguleikarnir vit hava eru eisini tengdir at heimssamfelagsstøðuni og regionalum tendensum. T.d. eru okkara ynski um støðu mótvegis ES, tengt at hvat Noreg og Ísland velja at gera. Men tað er ikki nóg mikið at vit sita hendur í favn og bíða. Ynskja vit eitt dynamiskt fyrstaheimssamfelag millum tey fremstu í heiminum, nyttar ikki at bíða eftir møguleikum, og so brynja og fyrireika seg. Føroyar skulu vera fyrireikaðar, soleiðis at vit kunnu taka av møguleikunum, tá teir eru. Hetta er av-gerandi neyðugt, um vit vilja skipa samfelagið eftir okkara ynskjum, tí so eru vit klár at taka hesar avbjóðingar, sum geva okkum hetta samfelag.
Tingið er ov veikt
Ein stórur veikleiki í hesum sambandi er eitt mál eg ofta fyrr havi viðgjørt. Tingið er ov veikt. Tingfólkini fáa ov lítla hjálp og møguleikar at seta seg inn í torfør og stór mál, og tí er tað ringt til fulnar at arbeiða og koma við uppskotum til tjóðskaparligar semjur, tí orkan er ikki at gera tað grundleggjandi arbeiði, sum skal til fyri at hava nakað at gera semju út frá.
Hvar er vinnan?
Vinnulívið sjálvt er heldur ikki merkt av ov nógvum visiónum. Her er eisini tørvur á, at vinnulívið sjálvt er meira sjónligt, um hvussu framtíðar Føroyar skulu síggja út vinnuliga í einum burðadyggum leisti. Her mangla visiónir, bæði um fisk, men so sanniliga eisini í málum at fáa onnur bein at standa á enn fisk.
Fakfeløgini neyðug
Fyri at fá ein heildarleist, skulu vit eisini hava fakfeløgini við í tilgongdina. Tey umboða ein stóran part av fólkinum, eru við í lønartreytum og hvussu t.d samráðingar ganga á arbeiðsmarknaðinum, og at alt verður lagt lamið við hvørt. Fakfeløgini hava verið við til at tryggja virðilig kor fyri tey allarflestu. Her er eitt gott og neyðugt arbeiði gjørt, men tann tíðin er farin. Nú skal byggjast víðari; uppgávan er at tryggja ein liðiligan arbeiðsmarkna, og skal hetta m.a. gerast við alla tíðina tilætlað at førleikamenna fólk. Uppgávan sum fakfeløgini als ikki er komin nóg væl frá, er fokus upp á at hava eina arbeiðsmegi sum er í heimsklassa, har vit leggja okkum eftir einum øki og har vit skulu vera einaráðandi. Hetta ræður ikki bert um eftirútbúgving av akademikarum. Hetta snýr seg um at geva t.d flakakvinnum minst eina viku um árið á skeiðbonki í teldutøkni, ella øðrum tey hava brúk fyri. Og her er tað at saman-spælið við arbeiðsgevararnar er umráðandi og krevur meira visiónir av teimum. Eftirútbúgving ger glaðari starvsfólk, men samstundis eisini betri fyri tann einstaka arbeiðsgevaran og fleksibilitet fyri landið, fram ímóti einum Føroyum sum t.d. kunnu leggja seg eftir high tec og vistfrøðiligum luksusvørum.
Vinnulív og skúlaskipan
Vinnulívið og skúlaskipanin mugu eisini samstarva og seta út í kortið, hvør útbúgvingar- tørvurin er og verður í Føroyum eftir teimum leistum sum lagdir verða. Vit hava eitt sera avmarkað fólkatilfeingi, og tí skal gagnnýtast optimalt.
Vitannarbýti
Sum so ofta fyrr nevnt, er heimurin í eini stórari broytingartíð og fægstu ivast í, um okkara núverandi háttur at virka fisk hevur nakran kjans at hóra undan. Sjálvt russar flyta fisk til Kina. Vit mugu hálsa um, áðrenn ov seint er. Vit eru longu um at dragna afturút í alheimsgerðini. Vit hava eitt innilokað samfelag, sum viðhvørt arbeiðir sum var tað einasta eind í heiminum. Okkum tørvar vinnufýsi og dirvi at arbeiða út eftir. Ein partur av hesum stendst av at vit hava skerdar uttanríkispoltiskar førleikar, og tí ikki kunnu virka ótarnaði í altjóða samstarvi, sjálvt á yvirtiknum málsøkjum. Tí eru vit ikki partur av tí vitannarbýti, sum í stóran mun gongur fyri seg í altjóða felags-skapum og stovnum.
Vit eru í vanda
Tiðin er runnin, at vit kunnu yvirliva og menna okkum á sama støði, sum heimsins fremstu lond, við eini so fragmentaraðari politiskari skipan, har flokkarnir ikki megna samstarv ella at gera langtíðarætlanir. Tað ber heilt greitt ikki til hjá einum so lítlum landi sum okkara. Tíðin er eisini farin frá bert at hugsa um fisk, tí alternativ skulu á borðið. Vinnulívið má vísa sítt dirvi og lata segstanda á odda og verða veitarar av visiónum, og útkik-arin finnur møguleikarnar og setur neyðug krøv. Fakfeløgini mugu sleppa vananum og trygdarnarkomaniini um at fokusera ov nógv á nomiellar lønarkrónur. Spurningurin er eisini um ikki fakfeløg og arbeiðsgevarar eiga er verða búnir til byrja eina tilgongd, har samráðingarnar eru meira savn-aðar og ein støðugur dialogur ger, at munurin á vánunum (expectations gap) ikki gerst himmalvíður, og sum so eisini kann elva til verkfall. Útbúgv-ingarskipanin má eisini royna at vísa á hvat tað eru fyri útbúgvingar vit skulu hava í framtíðini, men eisini verða við at hava eina veruliga føroyska skúla- og útbúgvingarskipan, sum tekur atlit at føroyskum viðurskiftum.
Kompromisloysnir
Hetta skal síggjast í einum al-tjóða samteksti, tí tað sum vit ynskja av Føroyum sum sam-felag, skal lagast eftir alheims-veruleikanum. Tí skal støða eisini takast til t.d. ES. Skulu vit ES ella skulu vit ikki ES og skal hetta verða innanfyri ella uttan fyri ríkisfelagsskapin. Vit eru, sum William Heinesen segði, eitt lítið sandkorn. Vit kunnu nógv meira enn vit gera í dag, men tað krevur samstarv og ætlanir, og at tað verður arbeitt og gjørt nakað.
Allir flokkarnir hava stevnumið og valskráir, sum leggja upp til framstig, men megna ikki í nóg stóran mun at samstarva, soleiðis at nakað fæst av skafti. Vit skulu hava tjóðskaparliga semju um hvørja vinnu og hvørjar Føroyar vit skulu eiga um 15 ár, og hvussu. Tað er ikki nóg mikið bert við politiskum semjum. Tær eru ein fortreyt, men neyðugt er somuleiðis at fáa arbeiðsmarknaðarpartarnar at verða ein partur í hesi tilgongd, og at sál verður løgd í at fáa gongd á málið. Vit eru longu afturútsigld, og skulu vit verða millum heimsins fremstu samfeløg skal takast annað skinn um bak. Vit yvirliva ikki av at halda áfram í núverandi fiskivinnu, og tað er ikki nøktandi at halda fast í hesum. Vit mugu skapa okkum eitt yvirlit um hvat vit vilja og kunnu altjóða, men mest umráðandi av øllum er viljin og dirvið til broytingar og samstarv, at arbeiða okkum fram ímóti felags málum. Vit skulu burtur úr undirbrotligheitini og fanatismuni um at bert egin hugskot duga. Vit mugu hava kompromisloysnir.
Kanska ætlanirnar hjá løgmanni um at lyfta samfelagið upp millum heimsin bestu, er ein byrjan.Men tað er als ikki nóg mikið, og tað er ikki bara løgmansembætið sum skal gera tað. Vit skulu út um okkara landoddar. Vit skulu hugsað alternativt, og vit skulu virka og ikki bert andøva, og harvið drepa allar visiónir og framburð.
Hava vit nakran dreym um at verða annað enn ein stuðlaður blindvegur og ein dynamikleys og fastfryst vatikanlíknandi mentannareind í heimsins kalda útjaðara, er tað nú vit skulu raknað við og arbeiða. Tjóðskaparligar semjur eru neyðugar, bæði fyri at samstarva okkum fram eftir við klárum málum og visiónum, men eisini fyri at persónligar útskiftingar í politikki og samfelagnum annars, ikki sorla heilar tilgongdir.