Tjóðveldi í Klaksvík arbeiðir upp á listan

Rani Nolsøe, formaður í tjóðveldisfelagnum í Norðoyggum, sigur, at enn hava tey ikki havt triðja uppstillingarfundin.

 

Tað gongur væl at fáa nøvn á listan, men eingi nøvn verða almenn fyrrenn allit uppstillingarfundirnir hava verið.

 

- Summi nýggj fólk eru spurd og hugsa seg um, men tað sær spennandi út, sigur Rani Nolsøe.

 

Tjóðveldi hevur trý umboð í býráðnum í Klaksvík. Tey eru Steinbjørn O. Jacobsen, ið fekk 244 atkvøður, Óluva Klettskarð, ið fekk 211 atkvøður og Jóhann Lützen, ið fekk 72 atkvøður.

 

Hóast eingin av teim trimum alment hava givið til kennar, at tey stilla upp, so ljóðar at tey verða at finna á listanum.