Í januar vendi Kvinnufelagið í Havn sær til formenninar í øllum politisku flokkunum í tinginum og bað um, at teir komu við til 8. mars haldið í Norðurlandahúsinum. 8. mars var mánadagin.
Allir uttan Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, játtu at koma.
Í seinastu viku komu boð frá Tjóðveldisflokkinum, at formaðurin Høgni Hoydal kundi ikki koma, tí hann var farin til Ísraels. Næstformaðurin Torbjørn Jacobsen skuldi koma í staðin.
Men einnapartin mánadagin komu boðini, at Torbjørn Jacobsen heldur ikki kundi koma. Hann hevði biðið Annitu á Fríðriksmørk, forkvinna í tingbólki Tjóðveldisins fara á fundin í staðin.
- Tað kundu vit í nevndini ikki ganga við til, tí vit høvdu gjørt av, at vit vildu hava formenninar ella næstformenninar at luttaka. Teir, sum veruliga hava møguleikan at taka avgerðir, sigur Tina Jacobsen.
Tjóðveldi valdi frá
Hon sigur, at aðrir flokkar frammanundan høvdu spurt um at kunna senda annað umboð enn formannin, og teir fingu sama svar sum Tjóðveldi.
- Skuldu vit latið ein flokk valt umboðið til fundin, áttu hinir flokkarnir at havt sama møguleika. Vit vildu hava formenninar á fundin, og so var tað eisini so seint, at avboðini komu frá næstformanninum í Tjóðveldi, sigur Tina Jacobsen.
Hon veit ikki, hví Torbjørn Jacobsen ikki kundi møta, men hann kundi havt raðfest henda fundin fram um okkurt annað, heldur hon.
Annita á Fríðriksson var heldur knottin um, at hon ikki slapp at umboða Tjóðveldi á fundinun, men hon var ikki meira kvottin enn so, at hon var á fundinum sum áhoyrari.