Tjóðveldi hevur í dag sent Føroya løgtingi fýra lógaruppskot, ið hava til endamáls, at fremja neyðugar og átrokandi broytingar í karmunum um høvuðsvinnu landsins. Samstundis sum uppskotini tryggja lívfrøðiliga burðardygga veiði, verða tey elvandi til, at meginbulurin undir búskapi Føroya styrknar munandi. Ein sjálvberandi føroyskur búskapur stendur og fellur við fullari optimering í fiskivinnuni. Ímeðan fæið fossar úr landskassanum, við einum halli, sum nærkast milliardini, er politiska skipanin størsta forðingin fyri, at farið verður eftir tí velduga vakstrarpotentiali, sum liggur goymt í høvuðsvinnu okkara. Seinast Tjóðveldi var partur av samgongu, varð roynt at fáa takholt á støðuni, og setningurin var greiður um enn tíðin var stutt. Politikkur floksins hevur frá stovnan verið, at fiskastovnarnir skulu røkjast sum varandi virði undir búskapinum, hesi kós fylgja uppskotini, sum verða løgd fyri tingið ólavsvøkudag.
Uppskotini snúgva seg meginregluliga um:
? at skipa fiskiveiðina í fiskiárinum 2010/2011. Mælt verður til at fylgja tilmælinum frá Havstovuni, sum við ICES-viðgerðini og lógini um vinnuligan fiskiskap sum grundarlagi metir, at neyðugt er at skerja fiskidagatalið yvir ein kamb við einum fjórðingi ? 25%´um. Umframt aðrar reguleringar viðvíkjandi gýtingarfriðingum o.s.fr. verður mælt til, at Føroya Banki framhaldandi verður stongdur fyri allari botnfiskaveiði, haðartil stovnarnir aftur eru komnir fyri seg.
? at lóggivið verður um, at livrar og rogn skulu fáast til høldar, og viðgerðast og virðisøkjast annaðhvørt umborð ella í landi. Fyri at reiðarar og fiskimenn kunnu laga seg til hesa broyting, verður mælt til, at eitt fýra ára skiftishvarv verður sett inn í lógina.
? At brúksskylda verður ásett um brúk av útlutaðum fiskidøgum. Táið komið er hartil, at samlaða fiskidagatalið og dagatalið í ymsu bólkunum verður ásett samsvarandi lívfrøðiligu tilráðingini, er alneyðugt, at ídnastu veiðimenninir fáa neyðuga talið av døgum. Loysnin er at seta brúksskyldu inn í skipanina, sum ein generator, ið tryggjar, at møguleiki er hjá teimum, ið hava tørv á døgum, at keypa teir umvegis ein marknað, sum hevur fingið teir innaftur frá teimum, ið ikki brúktu útlutaða dagatalið.
? at fyrreika føroyska fiskivinnu til markamótið pr. 31. desember 2017, táið øll loyvir, sambært lógini um vinnuligan fiskiskap, ganga út. Hetta er uppskotið um Tilfeingisbúðina, ið er ein fullkomin reformur, sum í eini skiftistíð skal flyta okkum fram til tíðina eftir 1. januar 2018. Ein fulltikin marknaðarstýring av føroyskari fiskivinnu, sum samstundis tryggjar ognarrættin til tilfeingi hjá Føroya fólki. Liberalisering og demokratisering um eina og somu leið.