Tjóðveldi vigar Sonju

Tingbólkurin hjá Tjóðveldi viðger í løtuni um Sonja Jógvansdóttir skal gerast partur av bólkinum

Síðani samgongan bleiv skipað hevur Sonja Jógvansdóttir verið uttanflokkatingkvinna.

 

Hon var vald á javnaðarlistanum til seinasta val, men tók seg úr flokkinum beint eftir at samgonguskjalið millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn var almannakunngjørt.

 

Sonja Jógvansdóttir hevur tó síðani stuðlað sagnguni og verður eisini roknað sum ein partur av politiska grundarlagnum hjá samgonguni.

 

Nú nærkast endin á hesum valskeiðnum. Sonja Jógvansdóttir hevur ikki alment boðað frá, hvat hon fer at gera til komandi val.

 

Men nú bendir okkurt á at hon er á veg uppí Tjóðveldi.

 

– Ja, tingbólkurin hevði fund um hetta málið fríggjadagin, váttar Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í tingbólkinum hjá Tjóðveldi.

 

– Vit komu tó ikki til nakra niðurstøðu, um hon kann gerast partur av tingbólkinum hjá okum, so vit taka málið uppaftur á fundi í morgin, leggur hon afturat.

 

Vit hava áður skrivað, at Sonja Jógvansdóttir hevur verið á fundi í Eysturoyar Tjóðveldisfelag.

 

Tingbólkurin hjá Tjóðveldi avger sjálvandi, um tingkvinnan sleppur upp í tingbólkin nú, men bólkurin avger ikki, um hon sleppur at stilla upp fyri Tjóðveldi. Tað avger eitt lokalt felag – í hesum føri helst Eysturoyar Tjóðveldisfelag.

 

– Vit hava tosað um, um tað er rætt, at eitt tingfólk, sum er valt á einum øðrum lista, kann fáa eitt pláss í tingbólkinum hjá okkum, sigur Annita á Fríðriksmørk.