Tjóðveldisfólk eru ráksnúgvingar

Poul Mohr er í øðini inn á Tjóðveldisflokkin, eftir at hann hevur melað út, at ein komandi oljuvinna eigur at savnast í Suðuroynni

? Nógvir poliktikarar eru einki annað enn opportunistar ella ráksnúgvingar, sum tað so fínt eitur á føroyskum. Teir tosa so fínt um at lata marknaðarkreftirnar ráða, men gera beint ímóti tí, sum teir siga, og velja at taka eina politiska avgerð um, hvar oljuvinnan skal savnast.

Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, hevur saman við skotska felagnum Asco ætlanir um eina oljuútgerðarhavn á Sundi. Skipasmiðjan hevur saman við Asco stovnað Asco Føroyar, ið skal arbeiða fyri at fáa hesa oljuvinnuhavn. Tískil er Poul Mohr í øðini inn á Tjóðveldisflokkin, nú hann hevur meldað út, at støða floksins er, at oljuvinnan skal savnast í Suðuroynni.


Almenna sektorin til Suðuroyar

? Eg haldi, at Tjóðveldisflokkurin skal lata vinnuna fáa frið at arbeiða. Í staðin fyri at blanda seg í, hvar oljuvinnan skal savnast, kundi flokkurin heldur flutt almenna sektorin til Suðuroyar. Hann vilja vit ikki hava í Havn hóast alt, sigur Poul Mohr og leggur afturat, at tað er arbeiði, ið gevur vinning, ið brúk er fyri í Havnini.

Stóri vinnulívsmaðurin heldur, at Tjóðveldisflokkurin og aðrir politikkarar skulu halda fingrarnar langt burtur frá oljuvinnuni og lata hana klára seg sjálva. Politikarar eiga at gera sær greitt, um landið skal stýra vinnuni ella ikki, heldur hann.


Bara Heini veit

? Oljuvinnan eigur at verða savnað har mest vinningur fæst burturúr henni, og sum tað sær út í bløðunum, so er Heini O. Heinesen tann einasti, ið veit, hvar hon so skal liggja, heldur Poul Mohr speiskliga fyri.

Skipasmiðjustjórin hevur ikki aðrar stórvegis viðmerkingar til svarið hjá Tjóðveldisflokkinum til Suðuroyar Oljuvinnuráð, men hann heitir tó á politikarar um at halda seg burtur frá vinnuni og lata hana klára seg sjálva.