Ein leyslig meting er, at um tvær milliónir eru savnaðar hesi 10 árini, flokkurin hevur verið umboðaður í Fólkatinginum.
Tórbjørn Jacobsen er av onkrari orsøk ikki fegin um, at spurt verður eftir hesum grunni. Kanska hann er illur inn á Sosialin í løtuni – hann plagar ofta at vera illur við onkran. Men við Vágaportalin sigur hann, at pengarnir verða brúktir til at skriva søguna um Tjóðveldisflokkin.
»Um grunnin er at siga, at vit fyri árum síðani gjørdu sáttmála við Jákup Thorsteinsson, sála, um at skriva søguna hjá tjóðskaparligu loysingarrørsluni í Føroyum.
Tíverri andaðist hesin mæti søgufrøðingur alt ov tíðliga, men handritið til fyrra partin av hesi søgu liggur at kalla klárt til prentingar, og hesum verður virkað við í løtuni.
Tingingar eru við annan søgufrøðing um at taka táttin upp eftir Jákup, soleiðis, at hendan søgan fulltikin kann vera skjalaføst hjá ókomnu ættarliðum okkara. Grunnurin varð júst stovnaður fyri at lynna undir føroyskt tjóðskaparstríð,« skrivar Tórbjørn Jacobsen.
Tað er rættiliga áhugavert, at valdu umboðini hjá Tjóðveldinum klára at savna so nógvar pengar til eitt felags endamál. Høvdu fleiri fólk, sum hava so nógvar inntøkur, gjørt tað sama, so stóð á mangan hátt frægari til í samfelagnum.