Mentanarvikan Skýming í Runavík tjóvstartar hóskvøldið við line dansi og kafé í Hæddini.
Jóhanna Petersen og Jóhanna Troest hava í nógv ár havt úr at gera við at undirvísa
í fimleiki á Skálafjørðinum, men hóskvøldið undirvísa tær í heilt øðrum
kynstrum, nevniliga í løttum line dansum frá kl. 20.00 til 21.30 í Hæddini í Saltangará.