Útjaðari, útoyggjar og streikur

(
Marjus Dam, løgtingsmaður


Eg takið tí undir við, at Løgtingi beinanvegin tryggjar, at ferjur verða undantiknar at verða raktar av møguligum streikum(

Síðan 2002 er ferðslan um Vestmannasund ikki rakt av streiku. Men vit hava ikki gloymt tað miðaldarligu støðu, vit vóru blakaði í, hvørja fer ferjurnar vórðu raktar av streiku.(Tíðin er farin frá at lemja ein part av landinum við at blokera ferðsluna til og frá.(Føroyar eru eftirbátur á hesum øki, so tað stendur eftir. Tað er stór skomm, at slíkt enn kann fyrikoma. Virkir hava kanska bart og strevast í fleiri ár fyri at fáa ein sáttmála við ein keypara. Síðan kemur ein streika og oyðileggur alt. Onkur hevur nevnt, at t. d. matvøruvirki í Skálavík, varð skotið niður av eini streiku, beint eftir at tað var farið á flog. Skaðin var so stórur, at tað ongantíð aftur floygdist. Virkið missir sáttmálan  og fólkið missir arbeiði. (Niðurleggjan av sigling um firðir og sund hoyrir eini farnari tíð til - tí hon rakar fyrst og fremst arbeiðsfólkið, og har serliga tey, ið hava við fiskivinnu okkara at gera.(Um hetta ikki steðgar, so má enn einaferð ásannast, at vit saga greinina av, ið vit sita á. Hendan óvissan ger eisini, at mong virkir ikki tora at binda seg til sáttmálar, ið møguliga ikki kunnu haldast. Tí ongin veit, nær næsta streikan bumbar virkini í sor.(Eg havi í mong ár hildið, at samferðslan ímillum oyggjarnar ikki eigur at verða rakt av streikum. Eg meti, at løgtingi eigur at loysa hendan trupulleika einaferð med alla.