Útjaðarin eigur bestu ungdómsleikararnar

Um vikuskiftið vóru Føroyameistararnir í yngru deildunum kosnir og tiltakið prógvaði, at tað ikki er av tilvild, at TB, SÍ og ÍF klára seg væl í eldru deildunum. Útjaðarin fór nevniliga við flestu meistaraheitunum

Flogbóltur

Seinastu FM-kappingarnar í flogbólti vórðu avgreiddar um vikuskiftið. Hetta hendi tá skipað var fyri stórari FM kapping í Tórshavn fyri tær yngru deildirnar.

Sum ikki einaferð var undirtøkan sera stór. Ikki færri enn 95 lið høvdu boðað frá luttøku og tað vil siga, at gott og væl 600 ungir flogbóltsleikarar hava stríðst innanhýsis um, hvør teirra skuldi hava møguleikan at kalla seg Føroyameistara tað næsta árið.

Av tí at undirtøkan til kappingina var so stór, var neyðugt at leggja kappingina í næstan allar skúlarnar í Havn, og samstundis var eisini neyðugt at brúka allar tríggjar dagarnar í vikuskiftinum, fyri at klára at avgreiða alt samalt. Hetta gekk tó upp á stás og sunnukvøldið vóru allir meistararnir kosnir.

Samanumtikið kann sigast, at kappingin eydnaðist sera væl. FM-kappingin um vikuskiftið var bara ein av fleiri kappingum, sum samanlagt geva FM-heitið tá árið er farið. Skipanin er soleiðis sett saman, at liðini fáa stig fyri avrikið í teimum ymsu kappingunum, alt eftir, hvar tey enda og tað liðið sum hevur flest stig, tá árið er av, er Føroyameistari.

Eingin skipan uttan onkra ónøgd og soleiðis er eisini við hesari. Høvuðsorsøkin er tann, at onkur lið, vegna veður, ikki eru sloppin til onkra kapping, og tí hava tey einki stig fingið í onkrari kapping, og tí er skilligt, at onkur er ónøgdur.

Sum skilst verður tó skotið upp at halda fram við verandi skipan næsta kappingarár. FBF heldur eftir øllum at døma, at henda skipanin er tann frægasta sum finst, men heldur tó, at tað hevði verið vert at gjørt ta broyting, at tey bæði fremstu liðini í hvørjum aldursbólki, spældu eina finalu eftir at seinasta kappingin var farin aftur um.

Útjaðarin fremstur
Annars kann staðfestast, at kappingin í Havn var ein stórsigur fyri útjaðaran. Ikki ber longur til at siga, at TB og SÍ eru smá feløg, tí í fleiri ár hava tey verið millum tey fremstu feløgini hvat ungdóminum viðvíkur, og í ár hava tey eisini staðfest seg millum fremstu liðini í vaksnamannaflogbólti.

Úrslitini hjá hesum báðum feløgunum ? og hjá ÍF, sum vann tvey meistaraheitir ? er eitt greitt tekin um, at flogbólturin hevur fingið fastatøkur á fólki kring alt landið.
Kappingin vísir eisini, at flogbólturin ? um rætt verður atborið ? hevur gott í væntu, men hon staðfestir eisini, at tað verður neyðugt at geva teimum ungu leikarunum tær avbjóðingar teimum tørvar, fyri at halda fast í teimum sum flogbóltsleikarar.

Bæði TB, SÍ, ÍF og KÍF hava í fleiri ár megnað at hála alsamt fleiri ungar leikarar til, og stuttligt er at síggja, at eitt lið sum SÍ, sum annars er serliga kent fyri mans- og dreingjaflogbólt, er farið at gera so nógv um seg í gentuflogbólti. Uttan at vita, hvussu kvinnuflogbóltur í Vágum verður skipaður í framtíðini, loyva vit okkum tó at staðfesta, at verður rætt atborið, sær framtíðin hjá vágagentunum sera spennandi út.

Tað sama má sigast um unglingarnar hjá ÍF og genturnar hjá TB. Fleiri av unglingunum hjá ÍF hava longu í ár verið partur av meistaradeildarliðnum hjá felagnum, og sjálvt um tað ikki altíð var so tespiligt í byrjanini av kappingarárinum, hava dystirnir í bestu deildini hjá monnum skapað leikararnar til meira heilar leikarar. Tí eigur framtíðin hjá at verða nøkunlunda tryggjað, tá hugsað verður um, at onkur av teimum eldru leikarunum, sum vóru við í ár, kanska ikki vera tøkir næsta ár.

Miðvíst ungdómsarbeiði
Úrslitini hjá hesum trimum feløgunum er partur av miðvísum ungdómsarbeiði. Hjá TB er hetta bara enn eitt prógv um, at stríðið undanfarin ár hevur borið ávøkst, og hesi trý meistaraheitini gera bara kappingarárið til eitt enn betri kappingarár.

Seinastu nógvu árini hevur TB verið undangongufelag tá hugsað verður um yngru deildirnar og meistaraheitini, sum eru endað sunnanfjørðs eru ikki so fá. Avrikið hjá besta liði felagsins í kvinnudeildini vísir eisini, at arbeiðið als ikki hevur verið til fánýtis og tí eigur tað - saman við úrslitunum hjá SÍ - at eggja øðrum at fara undir tað sama.

Samstundis sum vit at enda ynskja teimum tíggju meistaraliðunum hjartaliga tillukku við FM-heitunum kunnu vit nevna trý tey fremstu liðini í bestu deildunum:

Gentur 10:
Nøvan, Fleyr og KÍF.

Gentur 12:
TB, Dráttur og KÍF.

Gentur 14:
TB, KÍF og Mjølnir.

Gentur 16:
SÍ, TB og Dráttur.

Kvinnuunglingar:
SÍ, TB og KÍF.

Dreingir 10:
Fleyr, TB og SÍ.

Dreingir 12:
TB, ÍF og SÍ.

Dreingir 14:
ÍF, Fleyr og SÍ.

Dreingir 16:
SÍ, Fleyr og TB.

Mansunlingar:
ÍF, SÍ og Fleyr.