Tjaldrið setti trumf á

NSÍ dreingirnir lótu ongan iva vera, tá teir gjørdu av, hvar skápið skuldi standa

 

Teir vóru ikki meistarar, tá teir komu á ólavsøku. Men tað restaði bara eitt stig í. Tá fyrsti FM róðurin á ólavsøku var av, vóru teir meistarar, og tað so rudduliga. Heili átta stig vóru til avlops.

Kappingin millum dreingirnar var ógvuliga spennandi. Fleiri bátar skiftust um at snodda til fremsta plássið, men á málinum vóru teir báðir fremstu bátarnir teir somu, sum vóru fremstir í FM kappingini.

Munurin frá Tjaldrinum og aftur til Blik var ikki stórur. Fram við Molanum vóru hesir báðir partar í frágera góðari tvíkapping um ólavsøkusigurin. Bátarnir fóru stavn um stavn framvið Molanum. Tjaldrið fór fyrri undir endaspurtin, teir umborð á Bliki svaraðu aftur, men tað var ikki nóg mikið hjá argjadreingjum at endurtaka sigurin frá vestanstevnuni. Tjaldrið var eina lítla hálva bátslongd fyrst á mál, og áskoðararnir høvdu verið vitni til eina framúr spennandi kapping.


Aftur uppií

Fípan Fagra hevði møguleika at vinna bronsuplássið í FM kappingini, men teir vóru akkurát ov stuttir. Sílið endaði eitt stig frammanfyri Fípuna Føgru, men á ólavsøku lógu klaksvíks dreingir á havnardreingjum.

Fípan Fagra tóktist upp undir endan á kappingarárinum rættuliga at hava fingið fatur í startinum. Eftir fyrsta startspurtin vóru teir skjótt skutin frammanfyri kappingarneytarnar. Inntil bátarnir komu á Molan, var Fípan Fagra fremst.

Fípu dreingirnir hava eftir fleiri av undanfarnu kappingunum gramt seg um, at miðróðurin hjá teimum hevur ikki verið nóg góður. Um tað ber til at tosa um miðróður á ólavsøku, so kunnu vit staðfesta, at tað enn eina ferð miseydnaðist hjá Fípuni Føgru at halda tørn, eftir at teir høvdu verið fremstir á fyrsta teininum.

Men tað vóru teir í gula bátinum, sum gjørdu bart. Tjaldrið endurvann FM heitið frá í fjør, og bæði við tí og sigrinum í ólavsøkuróðrinum verður teimum ynskt hjartaliga tillukku.

Argjadreingir umborð á Bliki megnaðu ikki í heimasjógvi at endurtaka sigurin frá vestanstevnuni. Teir eru blaðungir, og tí man lítil ivi vera um, at teir komandi ár fara at herja á aftur og fara at vera við í telvingini um fremstu plássini.

Tjaldurs dreingirnir verða teir fyrstu, sum fáa møguleikan at taka lut í róðrarkapping. Dreingjabátinum, sum vinnur FM heitið, stendur í boði at fara til Danmarkar í september at luttaka í kappróðri í Sorø.