Í fjør var báturin nýggjur, og tá vundu teir burturúr øllum hinum í øllum kappingunum. Síðani tá er mest sum alt fólkið skift út. Bátsformaðurin er tann einasti frá manningini í fjør, sum framvegis eru umborð. Hinir eru farnir umborð á 6?mannafarið Sølmund. Afturfyri er stýrimaðurin, sum í fjør var umborð á Sølmundi, nú komin umborð á Tjaldrið. Ein av hinum rógvarunum var í fjør við gamla Tjaldrinum, sum nú eitur Spógvin. Hinir fýra eru allir spildurnýggir rógvarar.
Róðursmaðurin er fimtan ára gamal, lærmenninir báðir eru seytjan ár, og hinir fýra eru sekstan ára gamlir. Men tað gongur framvegis sum smurt. Tjaldrið vann fyri góðari viku síðani á Strondum, og á norðoyarstevnu stóð eingin teimum kurl.
Hóast Tjaldrið bara er gott og væl eitt ára gamalt, so vóru fleiri bátar, ið eru uppaftur yngri. Til hetta kappingarárið hevur Havnar Róðrarfelag fingið Sílið, klaksvíkingar hava fingið Fípuna Føgru, og á Argjum hava teir fingið ein nýggjan Blik.
Ofta vísir tað seg, at tað er eitt sindur av fjáltri á í fyrsta róðrinum í fyrstu FM kappingini. Soleiðis tóktist tað eisini vera hesa ferð. Eftir tíggju sekund skeyt dómarin róðurin av, tí Erla Kongsdóttir hekk eftir í fasta startinum.
Seinnu ferðina gekk upp á stás. Frúgvin, Sílið og Fípan Fagra fingu góðan start saman við Tjaldrinum. Tá málið var hálv rógvið, var Tjaldrið komið so at siga upp á pláss, og so skalaði eingin teimum.
? Tað var ikki so langt ímillum okkum og Blik, sum endaði næstfremstur. Hann var eystastur og róði undir Kósabrúnni. Vit vóru nummar átta av ellivu bátum. Teir á toftuni hildu seg síggja, at vit vóru fremstir, og á málinum vísti munurin seg at vera ein bátslongd. Tað var eitt sindur minni, enn munurin var, tá vit kappaðust á Strondum, staðfestir Eyðfinn Bjarnastein, sum er bátsformaður á Tjaldrinum. Hann heldur, at tað verður havt í huga, at fýra av teimum seks við árarnar ongantíð áður høvdu luttikið í FM kappróðri, so kundu teir ikki annað enn vera nøgdir.
Stýrimaður umborð á Tjaldrinum er Bent Tommy Vang. Á lærinum eru Eyðfinn Bjarnastein og Eyðun Hansen. Í rúminum eru Janus Olsen og Jonleif Davidsen, og á toftubekki eru Oddur Klein og Jov Olsen.