Tjaldrið var best í Klaksvík

Fyri fyrstu ferð síðani 2009 vunnu dreingirnir í Kappróðrarfelagnum NSÍ á norðoyastevnu

Tað var sera tætt og spennandi, tá ið dreingjamanningarnar kappaðust á norðoyastevnu. Men tað var vóru bara tveir bátar, sum stríddust um fremsta plássið. Teir vóru Tjaldrið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ og Frúgvin úr Miðvági. Tá ið bátarnir fóru um málið, var tað bara eitt hálvt sekund ella so millum teir báðar fremstu.

Hinir bátarnir tóktust ikki at vera í somu venjingarstøðu sum teir manningarnar á teimum báðu fremstu.

Hetta var fyrsta ferð síðani 2009, at dreingirnir av Glyvrum vinna á norðoyastevnu.

1Tjaldrið05:07.03 
2Frúgvin05:07.24  
3Sílið05:11.09  
4Beinta05:18.18  
5Ternan05:23.06 
6Hulda05:45.17

 

1Tjaldrið7 
2Frúgvin6  
3Sílið5  
4Beinta4  
5Ternan3 
6Hulda2