Tjaldur framvegis í botni

Hóast nær við, so eydnaðist heldur ikki hesa ferð hjá runavíkingunum, sum sóu KÍF vinna tepran sigur

 

KÍF-Tjaldur 24-23 (12-11)


Hondbóltur


Tað, sum undan endaspælinum sá út til at gerast eitt spennandi hálvár hjá Tjaldrinum, hevur ístaðin víst seg at gerast nakað, sum líkist einum marrudreymi.

Tap oman á tap hava skolað oman móti liðnu, og royndirnar at sleppa burtur úr botninum hava verið fullkomuliga miseydnaðar higartil. Eittans stig er komið til høldar í endaspælinum, og so løgið tað ljóðar, varð hetta fingið móti strandingum, sum longu nú hava tryggjað sær silvurmerkini.


Javnur dystur

Mánakvøldið skuldu kollfirðingar royna seg móti KÍF, og heldur ikki hesa ferð skuldi talan gerast um nakað stig til illa sperdu runavíkingarnar. Talan var annars um ein sera javnan dyst størsta partin av tíðini. Eitt skifti í fyrra hálvleiki vóru tjaldursmenn eisini omaná, men eftir at KÍF tá fór fram um, fingu gestirnir ikki togað seg upp aftur, hóast tað fleiri ferðir var nær við.

Takið á vertunum varð tó heldur ikki slept, og nakað inn í seinna hálvleik eydnaðist Tjaldrinum at koma upp á javnt, men tá KÍF beint eftir hetta skeyt fýra mál á rað, tóktist dysturin avgjørdur. Tað eydnaðist tó vertunum enn eina ferð at stríða seg upp á javnt, men heldur ikki hesa ferð fingu teir lagt seg framum, og so kundu kollfirðingar ístaðin skjóta sigursmálið, tá ein minuttur restaði at spæla.


Ov seint

Við sigrinum hildu kollfirðingar sostatt fast um positivu gongdina, sum teir hava havt, og liðskiparin hjá liðnum, Petur Martin Johansen, helt eisini, at endaspælið hevur víst, at liðið er betri enn støðan á stigatalvuni sýnir.

- Tað haldi eg so avgjørt. Um vit høvdu vunnu eins nógv í grundspælinum, høvdu vit allar helst ligið og barst um heiðursmerki. Tað er so ikki nakað, sum vit fáa gjørt nakað við, men iðra seg um tað kann mann sjálvandi.

- Hinvegin kann eisini leggjast afturat, at tað hóast alt framvegis ikki riggar nóg væl hjá okkum. Til dømis í hesum dystinum móti Tjaldri, har vit fleiri ferðir tveita eina hampuliga leiðslu burtur. Tað er so nakað, sum vit mugu arbeiða við, men tað er einki at ivast í, at úrslitini í endaspælinum hava givið okkum orsøk til at síggja positivt upp á komandi kappingarárið, sigur Petur Martin at enda.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

KÍF: Jákup Dam 7, Durica Tomic 6(1), Petur Martin Johansen 4, Regin Petersen 3, Iljan Topic 2, Jónálvur Johannesen 1, Kristian Madsen 1

Tjaldur: Sverri Justinussen 6(3), Tummas Magnussen 4, Svein í Heiðunum 4, Dánjal Kjærbo 3, Dejan Macut 3, Arnfinn Langgaard 2

Brotskøst: KÍF 1, Tjaldur 5

Útvísingar: KÍF 3, Tjaldur 2

Dómarar úr VÍF: Ingi Olsen og Agnar Joensen