Íløga
Hesum boðaði Tjaldur frá í tíðindaskrivi mánadagin.
Partarnir vilja ikki siga nakað um keypspeningin, men Líggjas í Bø, nevndarformaðu í Tjaldri, ásannar, at handilin langt ífrá hevur verið ókeypis.
- Tjaldur er í dag eitt íløgufelag. Tí meta vit støðugt um, hvussu virðini hjá virkinum skulu plaserast, og her hava vit mett Vónina sum eitt áhugavert virki við góðum menningarmøguleikum. Tí hava vit givið gomlu partaeigarunum eitt tilboð, og hesum hava teir tikið av. Aðrar viðmerkingar fái eg ikki gjørt í løtuni, staðfestir Líggjast.
Hóast ognarviðurskiftini soleiðis verða broytt, so verður leiðslan í felagnum fyribils tann sama. Í tíðindaskrivinum verður sagt, at allir teir gomlu partaeigararnir framvegis eiga part - tó ein minni part - í virkinum, og at bæði nevnd og stjórn verða óbroytt.
Samstundis verður upplýst, at Tjaldur í samband við keypi hevur goldið part av keypspeningi í felagið, soleiðis at hetta verður sterkari framyvir.
Eginpeningurin hjá Vónini var við árslok 2004 góðar 59 mió kr. Ársúrslitið eftir skatt var 6,5 mió kr.