Hondbóltur
Tveir hondbóltsdystir verða leiktir mikukvøldið. Og í báðum førum skal Tjaldur royna at lyfta seg nakað upp í botnstríðnum.
Ringast stendur til hjá kvinnunum, sum standa til at missa sína umboðan í bestu deildini. Tær skulu spæla grannauppgerð á Skála, har heimaliðið við einum sigri kann leggja seg út í bronsustríðið. Ein dystur, har StÍf uttan iva eru favorittar, men Tjaldur hevur hinvegin prógvað, at tær væl kunnu gera um seg, tá mest stendur á. Og nú stendur av álvara á.
Í Hoyvíkarhøllini verur dystur millum mansliðini hjá H71 og Tjaldri. Bæði liðini hava í endaspælinum gjørt væl meira um seg, enn tey gjørdu í grundspælinum, og nú er so spurningurin, hvussu tað fer at tørna út, tá liðini skulu takast innanhýsis. Hoyvíkingar kunnu við einum sigri koma heilt nær teimum liðunum, sum stríðast um bronsuna, men hinvegin kann Tjaldur við einum sigri taka seg heilt nær H71.