Tíðliga seinnapartin í dag bjóðaði Tjóðveldi til tíðindafund, har flokkurin legði fram sína valskrá til løgtingsvalið, sum verður hin 26. mars.
- Hóast valið kom eitt sindur í úrtíð, hava vit saman við feløgunum og fleiri fólkum arbeitt við einari valskrá, nýggjum samleika, nýggjari heimasíðu og einum nýggjum sangi.
Sirið Stenberg, sum stóð fyri framløguni, segði, at flokkinum hevur dámt væl gamla samleikan, sum hevur eini 20 ár aftanfyri seg. Nýggi samleikin gevur flokkinum og valevnunum møguleikan at brúka ymiskar litsamansetingar.
Hon segði seg hava glett seg til at leggja valskránna fram.
- Hesi valini verða eitt sindur øðrvísi, tí valini liggja so tætt – bert tveir dagar ímillum, so valskráin fyri bæði valini verður í stórum hin sama.
Sirið Stenberg segði, at til løgtingsvalið hevur flokkurin stillað nógv góð valevni upp kring alt landið, men til fólkatingsvalið, sum verður hin 24. mars, stilla bara løgtings-og landsstýrisfólkini upp, sjey í tali.
##med2##
Forkvinnan vísti á, at valskráin hjá Tjóðveldi byggir á tríggjar súlur – Føroyar í heiminum (sjálvstøðugt land), Heimið Føroyar (framtíðin er í Føroyum) og Heimurin í Føroyum (haldfør integratión).
Sambært valskránni skal tjóðarsemjan millum fimm flokkar gjøgnumførast.
- Vit eru sera fegin um tjóðarsemjuna sum ger Føroyar til eitt sjálvstøðugt land, og vit taka 100 prosent undir við semjuni.
Tjóðarsemjan ger, at vit sjálvi kunnu taka avgerðirnar, sjálvi gera altjóða avtalur, marknaðaratgongdin verður betri, vit kunnu flagga til OL, og Føroyar kunnu koma víðari – fyri teg, meg og Føroyar, sum flokkurin tekur til.
Onnur súlan er, at føroyingar framvegis skulu kunna búgva í heimsins besta landi.
- Vit skulu hava ein haldføran búskap, bústaðir til øll, góðar útbúgvingarmøguleikar, góða náttúruvernd, og vit skulu hava einar javnari Føroyar.
Flokskvinnan legði aftrat, at vit skulu hava eina frælsa mentan og list, vunnin rættindi skulu verjast – fyri teg, meg og Føroyar.
- Vit mugu taka framtíðina í egnar hendur!
Triðja súlan er heimurin í Føroyum við undirtekstinum, haldfør integratión.
- Vit hava tørv á nógvum hondum, men hetta skal gerast við skili.
Hon segði, at hetta skal gerast fyri at hava eitt sterkt vinnulív, fyri at varðveita vælferðina og fyri at hava eitt fjølbroytt samfelag.
- Fyri teg, meg og Føroyar. Tí skal eisini integratiónin vera handfør, segði Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi.
Á framløgufundinum hjá Tjóðveldi var eisini deyvatulkur.
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
















