Tjóðveldi í Tórshavnar býráð vil hækka barnafrádráttin úr 8.000 upp í 10.000 kr um árið

Hesar seinastu mánaðirnar er tað vorðið munandi dýrari at liva. Útreiðslurnar til brennievni, mat og dagin og vegin eru hækkaðar munandi og serliga barnafamiljurnar merkja sviðan av inflasjónini.

 

Sum rík kommuna eiga vit at gera átøk, ið muna hjá teimum, ið hava ilt við at fáa endarnar at møtast. Tí leggja vit uppskot fram um at hækka barnafrádráttin úr 8.000kr til 10.000kr um árið. Hetta kemur at gera ítøkiligan mun hjá øllum barnafamiljum. Uppskotið verður lagt fram tá fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu endaliga skal samtykkjast á býráðsfundi síðst í november. Kostnaðurin fyri kommununa av hesum átaki er uml. 11 mió kr.

 

Vit vóna og vænta, at undirtøka verður fyri uppskotinum.

 

Tjóðveldi í Tórshavnar býráð

 

Gunvør Balle, Jákup Dam og Elsa Berg