Á flokstinginum hjá Tjóðveldi, sum verður leygardagin, fer formaðurin, Høgni Hoydal, at leggja fram eitt uppskot til flokstingið at samtykkja, at flokkurin skal virka fyri at endurskoða valskipanina fyri Føroyar.
Høgni Hoydal skjýtur upp, at farið verður aftur til gomlu sjey valdømini, tó uttan at fara aftur til gomlu valskipanina.
Uppskotið hjá Høgna Hoydal er, at tað framvegis skulu vera 33 tinglimir, men at fjúrtan teirra skulu veljast úr teimum sjey valdømunum, tveir úr hvørjum. Hesir skulu allir kosta sama tal av atkvøðum. Síðani skulu hini 19 umboðini veljast sum eykavaldu eftir gomlu skipanini, eftir avlopsatkvøðunum. Tó so, tað skal standa einum og hvørjum veljara frítt at velja tann, tú vilt, um alt landið og í øllum økjum.
Í viðmerkingunum vísir Høgni Hoydal á, at gamla skipanin hevði síni lýti, millum annað, at so stórur munur var á prísinum á hvørjum umdømisvaldum tingfólki. Harumframt var veljarin avmarkaður í at velja flokkar og persónar. Harumframt var lokalpolitikkurin til tíðir alt ov eyðsýndur.
Tó so, skipanin við einum valdømi hevur eisini nakrar vansar. Her nevnir formaðurin at umboðanin kann savnast landsfrøðiliga á fáum plássum í landinum og at hetta fer at oyðileggja fjølbroytni í løgtinginum. Tørvurin at vera kendur um landið framman undan kann gerast avgerandi í valstríðnum, eins og at tað verður dýrari at reka valstríð.
Tjóðveldi skjýtir tí upp eina nýggja skipan, ið skal savna nakað av tí góða frá gomlu og nýggju skipanini, í høvuðsheitum at tryggja, at øll øki í landinum eru umboðaði, samstundis sum, at tær stendur frítt at atkvøða fyri tí valevni, tær lystir um alt landið.
- Endamálið við valskipanini í einum umboðandi fólkaræði eigur at vera, at umboðanin á løgtingi veruliga umboðar fólkið í landinum - t.e. tað fjølbroytni og tann ymiskleika og teir ymsu samfelagsbólkar og áhugamál, sum til einhvørja tíð eru í samfelagnum, skrivar Høgni Hoydal í uppskotinum.
Flokstingið hjá Tjóðveldi verður um vikuskifti í skótahúsinum við Løkin í Runavík.