Soleiðis sum danir tey seinastu árini hava nýtt heimastýrislógina, so heldur Javnaðarflokkurin, at vit skulu hava eina nýggja avtalu innan ríkisfelagsskapin. Danir misrøktu sína skyldu tá talan var um eftirlit við bankunum, og í 1992 til 95 settu teir í veruleikanum lógina út av kraft. Tí okkara uppskot um nýggja, greiða avtalu, ið vit kalla sjálvstýrislóg. Hetta verður innan ríkisfelagsskapin.
Sambandið hevur hug at glíða sama veg og fólkaflokkurin eisini.
Hesir 3 flokkar og sjálvstýrisflokkurin vilja halda fram innan ríkisfelagsskapin.
Tað vil tjóðveldisflokkurin ikki. Hann hevur tó eina nýggja støðu til hetta valið. Fyrr var 1946 fólkaatkvøðan galdandi. Nú vil hann hava eina nýggja føroyska grundlóg samtykta í løgtinginum, ið síðan skal út til fólkaatkvøðu.
So stór broyting verður ikki í tinginum, at hann fær 16 mans og meiriluta fyri hesum í komandi valskeiði.
Eingin meiriluti, eingin fólkaatkvøða. Hetta inniber so, at hetta valið, fyri komandi valskeið ikki handlar um samband ella loysing.
Tann spurningur er avgreiddur við nýggju kós tjóðveldisfloksins. Meiriluti fyri fólkaatkvøðu verður ikki í komandi valskeiði.
Eg vóni, at Javnaðarflokkurin fær góða undirtøku, so nýggja sjálvstýrislógin innan ríkisfelagsskapin kann samtykkjast og gerast á breiðum grundarlagi í tinginum.
Viðvíkjandi spurninginum um hvør skal leiða landsstýri og komandi skeiði, so hava vit okkara formann Jóannes Eidesgaard í uppskot, men skulu tit hava hann, so mugu tit atkvøða fyri Javnaðarflokkinum.
Núverandi løgmaður tykist ikki at hava hug at fara frá. Hann situr rímuliga fastur orsakað av at hann tykist hava fólkaflokkin í sambandsleypinum. Hetta virkar merkiligt, tá teir siga seg vilja sjálvstýrisleið.
Eg fari at heita á tykkum um at velja Javnaðarflokkin út frá tí, eg her havi skrivað, og út frá tí politikki, Javnaðarflokkurin annars stendur fyri.
Thomas Arabo