Útløgukattar týna lundan

Á Sandoynni er tað ikki bert vantandi føði sum ger, at lundastovnurin er illa fyri. Teir stríðast eisini í oynni við útløgukattar, sum nørast og týna lundan. Hetta hevur verið skilið í fleiri ár, og tað bara stendur við og versnar.

- Bara innan fyri tann seinasta mánaðin hava vit fanga fimm útløgukattar í fellum í Skálhøvda, sigur Mikkjal Trondesen úr Skálavík.

Hann heldur, at tað nyttar lítiða t friða lundan, um ikki bilbukt fæst við mongu útløgukattunum.

- Tað er ongantíð so ringt sum nú. Nú síggja menn eisini kettlingar í lundalandinum, so tað merkir, at ter nørast, sigur Mikkjal Trondesen.

Og teir hava ikki bara hildið seg til lundan.

- Tað er eyðvitað, at tá lundin minkar, so mugu útløgukattarnir fáa føðina aðrastaðnis, og tað hevur gingið út yvir haruna, sum er minkað stórliga seinastu árini, sigur Mikkjal Trondesen.

Hann sigur, at tað er ikki bara í Skálhøvda at útløgukattarnir gera um seg, tað er um alla oynna.

- Eisini í Skorðini í Dali er útløgukattar, og verður einki gjørt fyri at týna teir, er vandi fyri, at teir leggjast á lombini, tá einki annað verður at eta, sigur Mikkjal Trondesen.