Klaksvík:
Eitt tílíkt skeið varar í seks vikur. Luttakararnir hittast eitt kvøld um vikuna í hálvanannan til tveir tímar. Tvey tey fyrstu kvøldini verða nýtt til at fyrireika seg upp á at leggja av. Tað vil siga, at tey áseta dagfestingina fyri, nær tey skulu gevast. Síðani verður arbeitt við at fyrireika seg sum best til tað. Tann triðji fundurin verður so hildin einar tveir til tríggjar dagar eftir ásettu dagfestingina. Og teir fundirnir, ið eftir eru, verða so nýttir til at eggja einum til at halda sær.
? Vit arbeiða við at broyta hugburðin. Heldur enn at fokusera upp á trongdina at roykja, so flyta vit heldur ljóskastarin yvir á, hvussu gott tað er ikki at roykja, greiðir Maria frá.
Hon sigur, at tað ber til at læra seg at leggja av at roykja líka so væl, sum ein kann læra at spæla upp á eitt ljóðføri ella eitt hvørt annað. Tað verður tikið í stigum, og ein gerst betur og betur til tað, sum tíðin líður.
Ein annar fyrimunur við at fara á skeið at læra seg heldur enn at royna einsamallur er, at tá kemur ein í samband við fólk, sum eru í sama báti.
? Tú hittir fólk, sum vilja tað sama, sum tú, og tað skuldi lætt eitt sindur um, heldur Maria.
Men nær er ein so útlærdur ikki-roykjari?
Tað heldur Maria er torført at siga, men hon sigur tó, at tá ein megnar at vera yvirmaður hjá sigarettini og ikki umvent, tá er ein komin væl áleiðis.
Maria Olsen hevur verið sokallaður selskapsroykjari sjálv, men tað eru nú hálvttriðja ár síðani, at hon sjálv roykti seinast. Hon plagdi bert at roykja til serlig høvi, men hon gavst, tí hon var bangin fyri, at hon fór at gerast roykjari. Til dagligt arbeiðir Maria á Norðoya Apotek, og hon sigur, at hon dagliga sær roykjarar inni har, sum stríðast við at leggja av. Tað og so hennara áhugi fyri at menna tað roykfría umhvørvið gjørdu sítt til, at hon í 2001 fór niður at taka hetta skeiðið.
? Her var ongin vegleiðari í roykistoppi í Klaksvík frammanundan, og tað spældi somuleiðis inn, sigur hon. Maria eru leiðari hjá byrkjubeinunum í Skótaliðinum Nólsoyar Páls, og har arbeiðir hon eisini fyribyrgjandi móti royking. Í desembur 2002 gjørdi hon eina avtalu við tey, at um tey ikki royktu í eitt heilt ár, so fáa tey eitt merki á skótabúnan afturfyri.
? Um tað kann verða við til at halda teimum frá at byrja, so er tað bara gott, sigur Maria Olsen.
Tað er pláss fyri 15 skeiðsluttakarum hvørja ferð og áhugin er stórur millum fólk. Til seinasta skeiðið var fult teknað, og luttakararnir vóru í aldrinum 16 til 51, so ikki kann annað sigast enn, at tað er fyri allar aldursbólkar.
Fyrsta kvøldið verða tær 1.050 krónurnar, sum skeiðið kostar rindaðar, og samstundis verður ein tagnarskylda avtalað, so at fólk ikki fara út um teir fýra veggirnar og tosa um skeiðið.
Hetta skeiðið byrjar mikukvøldið 11. juni klokkan 21 í Uppistovu, sum er húsið, har gulu skótarnir í Klaksvík húsast. Tekning fer fram á tlf 282171 millum klokkan 18 og 22.