- Hetta skal verða ein høll fyri øll.
Tað sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes Kommunu.
Sum vit hava sæð her á www.in.fo seinastu dagarnar, hava bæði vágbingar og tvørafólk ætlanir um at byggja hallir til innandurafótbólt.
Men tað er ikki bara í Suðuroy, at arbeitt verður við stórfingnum hallarætlanum.
Tað gera tey eisini í Nes Kommunu - og tað hava tey í roynd og veru gjørt í meiri enn eitt ár.
Jóhannus Danielsen sigur, at hjá ætlanin hjá teimum á Nesi er komin so mikið áleiðis, at nakað síðani varð hon løgd fram fyri Fótbóltssambandinum við tí fyri eyga at vita, hvørji útlit eru til at fáa fíggjarligan stuðul til eina slíka høll.
- Tað er greitt, at hetta er ikki ein verkætlan, vit í Nes Kommunu kunnu fara undir einsamøll. Men tað vildi verið løgið, vil Fótbóltssambandið ikki stuðla einum slíkum frambrotið fyri fótbóltin, sigur borgarstjórin.
Hann sigur, at tey vænta sær svar frá Fótbóltssambandinum eftir summarfrítíðina. Tá ið ætlanin er komin longur áleiðis, er eisini ætlanin at venda sær til grannakommunurnar við fyrispurningi um at vera við í eini slíkari verkætlan. Og møguleikarnir verða eisini kannaðir fyri at fáa stuðul frá landinum.
Av tí, at onki svar er fingið frá Fótbóltssambandinum enn, ber heldur ikki til at siga, nær ein slík høll kann vera liðug.
- Tað veldst alt um, hvat svarið frá Fótbóltssambandinum verður, sigur Jóhannus Danielsen.
Hann sigur, at tað, tey ætla har í kommununi, er rætt og slætt at byggja eina høll rundan um fótbóltsvøllin, og rennibreytina á Svangaskarði.
- Har hava vit ein vøll við plássi til frælsan ítrótt og við rennibreyt rundan um, men umstøðurnar eru nú, verður hann ikki nógv brúktur, sigur hann.
Men verður alt verklagið á Svangaskarði bygt inni, fáa tey tvey fyri eitt, tí tey fáa eina innandura fótbóltshøll við vølli í fullari stødd, umframt eina høll, har tað ber til at íðka alskyns frælsan ítrótt undir taki.
- Tað hevði verið eitt risa framstig fyri fótbóltin, men tað hevði so sanniliga eisini fyri eitt risa framstig fyri frælsan ítrótt, staðfestir hann.
Í hesum sambandi hugsar hann bæði um tey, ið íðka ítrótt á kappingarstigi og tey, sum íðka ítrótt til stuttleika.
Jóhannus Danielsen sigur, at á Svangaskarði hava tey tann fyrimunin, at har er stykkið longu slættað og vøllurin og rennibreytin eru longu gjørd.
- Tað er áður mett, at tað, sum er gjørt, er longu vert einar 20-25 milliónir.
So er at byggja hølluna rundan um, og tað arbeiðið er áður mett at kosta einar 50 milliónir krónur.
Men hann vísir á, at sjálvandi mugu nýggjar kostnaðarmetingar gerast, tá ið tað kemur har til.
- Verður nakað lagt afturat, ber væl til at gera áskoðarapláss, sum verða drigin inn yvir rennibreytina, táið dystir eru, og so frá aftur, tá ið rennibreytin skal brúkast, leggur hann afturat.
Borgarstjórin vísir eisini á, at Svangaskarð liggur somuleiðis væl fyri landafrøðiliga. Serliga tá ið Eysturoyartunnilin er gjørdur, er stutt at koyra á Svangaskarð, bæði sunnaneftir úr Havnini og norðaneftir.
Niðanfyri eru nakrar myndir afturat, har tað sæst, hvussu tey ætla, at høllin fer at at síggja út