Eftirskúli
Ætlanin er nú at byggja ein nýggjan eftirskúla til ungfólk í Føroyum.
Og ætlanin er, at hann skal byggjast í Suðuroy.
Hesi seinastu fýra árini hevur ein arbeiðsbólkur arbeitt við ætlanini at byggja ein eftirskúla í Suðuroy og nú er komið so lagt, at fyrispurningur er sendur kommununum um at bera ein part av kostnaðinum.
Ætlanin er at fáa allar kommunurnar í landinum at vera við.
Á bygdaráðsfundi í Porkeri týskvøldið, varð bygdaráðið kunnað um ætlanina og har samtykti bygdaráðið, at verða hinar kommunurnar við í ætlanina, skal Porkeri Kommuna eisini bera sín part av kostnaðinum.
Teir fýra, ið manna arbeiðsbólkin, sum arbeiðir við ætlanini eru Ólavur Rasmussen, prestur í Hvalba, Tummas í Dali, studentaskúlalærari á Tvøroyri, Julius Holm, hjálparpedagogur í Vági og Jacob Vestergaard, løgreglumaður á Økrum, sum eisini nýliga hevur verið landsstýrismaður.
60-80 næmingar
Í áheitanini á kommunurnar um at bera ein part av kostnaðinum, sigur arbeiðsbólkurin, at teir kundu hugsað sær ein eftirskúla til 60-80 næmingar.
Enn er ógjørligt at siga, hvat ein slíkur skúli fer at kosta at byggja, men teir halda, at tað er neyvan heilt av leið at meta, at hann fer at kosta 40-40 milliónir krónur.
Ein slíkur eftirskúli er fremst av øllum ætlaður føroyskum ungdómi um alt landið, siga teir í arbeiðsbólkinum og meiningin er, at næmingarnir skulu búgva á skúlanum.
Teir vísa eisini á, at eftir lógini um eftirskúlar, betalir landið 50% av byggingini og 70% av rakstrinum.
Teir siga, at ein leistur kundi verið, at kommunurnar kring landið betala sín part av byggingini eftir fólkatalinum.
Av tí, at landið rindar helvtina, verða 20-25 milliónir eftir til allar kommunurnar at betala.
Arbeiðsbólkurin hevur sostatt roknað út, at fyri Tórshavnar Kommunu hevði hetta merkt, at hon kom at betala 2,5-3 milliónir um árið í trý ár, ella 8-9 milliónir tilsamans til byggingina. Men Havnin er so stór, at Tórshavnar Kommuna hevði komið at betalt ein triðing av kostnaðinum, ella gott tað.
Verða allar kommunurnar í Suðuroy við, merkir tað, at tær koma at betala tríggjar milliónir tilsamans.
Men so leggja teir afturat, at verður skúlin veruleiki, má ein serlig skipan gerast fyri næmingar úr teimum kommunum, sum ikki betala sín part av byggingini.
Tá ið kommunurnar hava tikið støðu til, um tær vilja vera við, er ætlanin at velja eina nevnd fyri eftirskúlan.
Ein møguleiki hevði verið at valt umboð fyri mentamálaráðið, kommunurnar, arbeiðsbólkin fyri eftirskúlan og kanska eisini vinnufeløgini, í eina slíka nevnd.
Byggjast í Hovi
Á bygdaráðsfundinum í Porkeri varð upplýst, at fleiri kommunur høvdu sagt seg vera sera áhugaðar í ætlanini.
Fleiri føroyskir ungdómar fara uttanlands á eftirskúlar um árið, men tað vildi verðið munandi bíligari at havt ein eftirskúla í Suðuroy.
Fyrireikararnir hava upplýst fyri bygdaráðnum, at fyribils er stungið út í kortið at skúlin verður bygdur í Hovi.