Ætla at gera nýggjan føroyskan barnafilm

Tveir tungir dreingir innan danska filmsframleiðslu koma í næstu viku til Føroya á arbeiðsferð. Teir skulu kanna møguleikan fyri at gera barnafilm úr Føroyum

Fyrsta dagin í august lenda tveir kendir danskir filmsmenn í Føroyum. Teir koma á arbeiðsferð til Føroya, og endamálið við ferðini er at kanna møguleikarnar fyri at gera ein norðurlendskan barnafilm úr Føroyum.
Annar av monnunum er Hans Hansen, sum bæði hevur skrivað bøkur og leikstjórnað filmum. Hann er maðurin aftan fyri kendar danskar filmar sum »Gummi Tarzan« og »Vil du se min smukke navle«. Hans Hansen hevur nú tilknýti til kenda framleiðslufelagið Zentropa, har Lars von Trier eisini húsast.
Hin maðurin á ferðini hevur ikki havt minni týdning fyri framleiðsluni av donskum barnafilmum, tí hann er fyrrverandi stjórin í Nordisk Film Junior. Ulrik Breuning hevur verið við til at gjørt eitt ótal av donskum filmum, og hann verður mettur sum ein stórt navn í danska filmsheiminum.

Danskur áhugi
Søgan aftan fyri ferðina hjá teimum báðum donsku filmsframleiðarunum er, at menninir aftan fyri filmarnar um Trølla Pætur í eina tíð hava sóknast eftir donskum filmsfólki at samstarva um ein stóran nýggjan føroyskan film. Talan verður tó ikki um ein nýggjan film um Trølla Pætur, men ein heilt øðrvísi barna- og ungdómsfilm, har trøll, álvar og aðrar verður verða ein partur av søgugongdini.
Høvuðsleikari í søguni skal tó verða ein vanligur føroyskur drongur, ið hevur eitt óvanligt tilknýti til tann heim, sum eingin vanliga ger sær fat um. Samanspæl ímillum tað náttúrliga og tað yvirnáttúrliga, kærleiki ímillum ung úr ymiskum londum, tvístøður ímillum ung og eldri, gott og ónt og nógvur góður upprunatónleikur er bert ein partur av tí, ið er at finna í hugskotið um nýggja norðurlendska barna- og ungdómsfilmin.
Nú er hendan ætlanini komin so langt ávegis, at tveir kendir filmsframleiðarar eru sinnaðir at vera við. Fyrsta útgáva av handritinum er gjørd, og verður nú farið undir at arbeiða meira við ætlanini, so tað kann eydnast at sleppa inn um hjá teimum, ið vilja fíggja slíkar verkætlanir.
? Vit hava verið í samband við nógv ymisk fólk og feløg innan danska filmslist, men Hans Hansen og Ulrik Breuning eru teir, sum hava sýnt størsta áhuga fyri hugskotinum, og tað eru vit sera fegnir um, tí burtur úr allari rúgvuni av framleiðarum, høvdu vit helst viljað havt teir, sigur Niklas Heri Jákupsson, sum er ein av føroysku stigtakarunum til ætlanina. Afturat Niklasi eru Jógvan Eliasen og Steintór Rasmussen mennirnir aftan fyri verkætlanina.
? At hesir báðir menninir eru vorðnir heitir fyri hugskotinum, beinir nógvar forðingar av vegnum, men enn er langur vegur á, áðrenn vit vita, um hugskotið kann gerast til veruleika, sigur hann.

Koma at arbeiða
Trølla Pætur og hansara skyldfólk hava verið við í tveimum føroyskum filmum, sum seinastu árini eru givnir út á sjónbandi. Í løtuni eru upptøkurnar í gongd til triðja filmin, sum fer at koma út seinni í hesum árinum.
Menninir aftan fyri filmarnar um Trølla Pætur hava í eina tíð arbeitt við hugskotinum at gera ein størri føroyskan barnafilm, sum tó einki hevur við Trølla Pætur at gera.
Nú er hendan ætlanini komin so langt ávegis, at tveir kendir filmsframleiðarar eru sinnaðir at vera við.
? Eg sendi teimum eina skrá fyri Føroyaferðina, har eg hevði lagt onkrar útferðir inn, men tað bóðu teir meg bara gloyma, tí teir komu til Føroya at arbeiða og ikki at halda frí. Teir vilja heldur hitta fólk, fáa íblástur og fáa kunnleika til føroyska samfelagið, søgu og sagnir, sigur Niklas Heri Jákupsson.
Donsku filmsframleiðararnir koma til Føroya 1. august, og teir steðga í Føroyum í fimm dagar.