Ætla at gjalda skuldina

Grikski forsætisráðharrin, Antonis Samaras, roynir at vissa umheimin um, at grikkar ætla sær at endurrinda tað, sum landið hevur lænt frá øðrum fyri at halda búskapinum uppi.

Í samrøðu við týska blaðið Süddeutsche Zeitung í dag sigur Samaras, at nógv mistøk eru gjørd í Grikkalandi, men at grikkar ætla sær at rætta mistøkini og at standa við tað, sum teir hava bundið seg til. Eins og aðrir skulu týskarar fáa sítt aftur, sigur hann.

Týska blaðið Bild hevur eisini tosað við Antonis Samaras. Hann sigur við blaðið, at grikkar fara at koma fyri seg og at vinna, eins og Grikkaland gjørdi í EM í fótbólti í 2004. Hann leggur tó afturat, at tað verður neyðugt at fáa semju við lánveitararnar um longri avdráttartíð.