Landsstýriskvinnan í heilsumálum fer nú undir eina tilgongd við tí endamáli, at Landið skal yvirtaka allar heilsumiðstøðirnar kring landið.
Bill Justinussen, løgtingsmaður, hevur spurt hana hví Læknamiðstøðin í Klaksvík skal flytast á sjúkrahúsið, og hvørjar ætlanir hon annars hevur á økinum.
Sirið Stenberg vísir á, at bæði í Frágreiðingini sum var grundarlagið undir einum aðalorðaskifti í Løgtinginum um eina heilsunýskipan, og í Álitinum um eina nýggja kommunulæknaskipan, verður ført fram, at verandi skipan kann ikki halda fram, og at tørvur er á at fremja broytingar í henni.
À hesum grundarlagi fer hon nú undir arbeiðið at skipa landið í heilsuøki við heilsumiðstøðum, og samstundis skal Landið yvirtaka viðtaluhølini, og aðrar skyldur, hjá kommunum.
Hon sigur at ætlanin at flyta Heilsumistøðina í Klaksvík á Sjúkrahúsið er fyrsta liðið í hesum arbeiðnum. Talan er um eina royndarskipan, men sum frá líður er ætlanin, at henda skipanin fer at fevna um alt landið og tá ið arbeiðið er liðugt, er alt landið skipað í heilsuøki við heilsumiðstøðum, og tá hevur landið yvirtikið skyldurnar hjá kommununum.
Í næstum fer hon at hava fundir við kommunur um, hvussu heilsutænasturnar skulu skipast í ymsu økjunum í landinum.
Tað eru níggju læknadømi í Føroyum og tilsamans eru 16 heilsumiðstøðir og læknaviðtalur, og landsstýriskvinnan sigur, at hon hevur kunnað borgarstjórar, kommunustýrislimir og Kommunufelagið, um, at hon ætlar, at landið yvirtekur tær skyldur, sum kommunurnar hava á hesum øki.
– Í hesum sambandi havi eg kunnað umboðini fyri kommunurnar um, at tørvur verður á at gera eina semju millum landið og kommunurnar um tann fíggjarliga partin hesum viðvíkjandi, sigur hon
–
Kommunurnar í Skálafjarðar læknadømi arbeiða við at útbyggja Heilsudepilin við Skálafjørðin.
– Áðrenn farið varð undir hesa útbygging, havi eg kunnað borgarstjórarnar um ætlanirnar á økinum, at landið sum frá líður fer at yvirtaka økið frá kommununum og at hesin heilsudepilin eisini verður ein partur av tí, sigur Sirið Stenberg.