Arabiska sjónvarpsstøðin Al-Jazeera vil vera við, at George W. Bush, forseti, og Tony Blair, forsætisráðharri, umrøddu eitt uppskot um at bumba støðina, tá teir báðir hittust í Hvítu Húsunum í apríl í 2004. Al-Jazeera sigur, at tað var Bush, sum kom við hugskotinum, men at Blair sýtti fyri at taka undir við tí. Hetta sama skrivaði bretska blaðið Daily Mirror fyri tveimum mánaðum síðani.
Bretska stjórnin sigur, at einki hald í í tí, sum sjónvarpsstøðin sigur, men leiðslan í Al-Jazeera hevur sett fleiri kendar løgfrøðingar at taka sær av málinum. Teir skulu royna at fáa fatur á einari útskrift av tí, sum varð sagt á fundinum millum Bush og Blair.
-Vit vilja bara hava fatur á teimum tíggju reglunum, sum snúgva seg um hugskotið hjá Bush at bumba høvuðsstøð okkara í Qatar. Hitt hevur ongan áhuga, sigur leiðslan í Al-Jazeera.