Ætla ikki at søkja um neyðlán

Sum er hevur spanska stjórnin ongar ætlanir um at biðja umheimin um lán fyri at bøta um fíggjarkreppuna í samfelagnum. Tað hava annars verið nógvar gitingar í seinastuni, um stjórnin í Madrid mundi fara at biðja Bruxelles um eitt neyðlán.

Men tá Mariano Rajoy, forsætisráðharri (myndin), fekk spurningin á einum tíðindafundi í Madrid í gjár, svaraði hann, at stjórnin hevur ongar ætlanir um at venda sær til ES, Altjóða Gjaldoyragrunnin ella Evropeiska Miðbankan um lán. Hann legði afturat, at sum er hevur stjórnin ongar slíkar ætlanir. Búskaparfrøðingar halda kortini, at Spania fer at biðja um hjálp innan nakrar fáar vikur.

Viðurskiftini í Spania koma á borðið, tá fíggjarmálaráðharrarnir í evrulondunum hittast til fundar í næstu viku.