Ætla á VMF

FaroeJet tykist hava greiðar ætlanir um, at ein partur av marknaðarføringini skal vera at skapa ein loyalan kundaskara.
Eitt av vápnunum í hesum er ætlaða partabrævahækkanin, har 10 mió kr. afturat skulu koma í partapeningi.
- Vit ætla, at hetta skal vera eitt tilboð til øll. Sum er, spennir voluman hjá einstøku eigarunum úr 10.000 kr. upp í 2,5 mió kr., men ætlandi skal vera møguligt at keypa partabræv við virði á 1.000 kr. fyri hvørt, sigur Knút Lützen.
Men váttar, at hetta sjálvandi er ein háttur at skapa loyalitet uppá, men hann leggur samstundis dent á, at tey ikki ætla at geva serstakan partaeigaraavsláttur.
- Fyrst og fremst, so skulu fólk seta pening í FaroeJet, tí tey síggja hetta sum eina góða íløgu. Okkara ætlan er ikki, at tey skulu fáa hesa aftur í serprísum á ferðaseðlum, men heldur í einum støðugum vinningsbýti, sigur nevndarformaðurin.
Hann sigur víðari, at felagið í longdini meddar eftir at verða skrásett á virðisbrævamarknaðinum, soleiðis at partaeigarar eisini kunnu umseta partabrøv síni. Men hann leggur tó dent á, at hetta ikki er nakað, sum er aktuelt her og nú.