Ætlanin er ikki at flyta øll almenn størv úr Havn

Endamálið er at einans at kanna, hvussu almennir stovnar kunnu flytast úr Havn - men grundgevingarnar skulu vera góðar

Tað er ikki ætlanin at flyta øll almenn arbeiðspláss út á bygd.

 

Tað er Rættarnevndin hjá løgtinginum samd um.

 

Teir tríggir løgtingmenninir, Bill Justinussen úr Miðflokkinum, Kári P. Højgaard úr Sjálvstýri og Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at kanna møguleikarnar fyri at leggja almenn arbeiðspláss úti á bygd

 

Og nú Rættarnevndin hevur viðgjørt málið, er hon samd um at mæla Løgtinginum til samtykkja uppskotið. Men samstundis leggja tey dent á, at ætlanin er ikki at øll almenn arbeiðspláss skulu flytast úr høvuðsstaðnum.

 

Tvørturímóti fulltryggja tey seg ímóti at nøkur óráð verða tikin í hesum sambandi. Tí tey siga nevniliga, at endamálið er einans at fáa landsstýrið at skriva eina frágreiðing um, hvussu almennu stovnarnir kunnu verða lagdir úti um landið.

 

Í hesum sambandi skal hugsast um tey pláss í landinum har fá, ella ongi, almenn arbeiðspláss eru frammanundan.

 

Men tey gera samstundis púra greitt, at almennir stovnar skulu ikki skilaleyst flytast úr Havn, tí tá ið umhugsað verður, um ein stovnur skal flytast, skal meginreglan altíð vera, at tað skulu vera góðar grundgevingar fyri at flyta hann, sigur Rættarnevndin.