ÓLAVUR Í BEITI
Í tíðindaskrivinum frá Vinnuhúsinum, verður sagt, at vanliga vildi Føroya Arbeiðsgevarafelag neyvan lagt seg út í ein slíkan spurning. Hvussu nógvir túrar skulu verða til ymiskar oyggjar, og hvat skip skal røkja rutuna, eru spurningar, ið oftast eiga at vera partar av einari heildarmeting. Ein heildarmeting, har lokal áhugamál noyðast av avvigast við kostnað og samfelagsligt gagn.
? Tað, ið fær Føroya Arbeiðsgevarafelag at taka undir við sjónarmiðunum hjá lokalu virkjunum í hesum føri er, at skip, ið kundu verið brúkt til sigling um Vestmannasund, er sett í sigling inn á Skálafjørðin. Eysturoyggin er landfastur partur av miðstaðarøkinum í Føroyum, og ferðasamband kann eins væl og bíligari nøktast við busssambandi, sigur Vinnuhúsið í tíðindaskrivinum.
Trupul støða
Víst verður so á, hvussu trupult tað er hjá vinnuni í Vágum, og eitt nú Fiskavirking og Kovin hava trupult við at fáa rávøru fram og bíðitíðin kann verða long. Nýggja kunngerðin, ið tvingar 30% av landingunum um uppboðssøluna, vil gera trupulleikan uppaftur størri, tí parturin av landingum beinleiðis til virkið fer at minka. Og feløgini ið eru knýtt at flogvøllinum vísa á, at støðan gevur trupulleikar, bæði fyri ferðafólkaflutning og frakt. Og eitt av størstu snikkaraverkstøð, Vatnsoyrar Snikkaravirkið, hevur valgt at seta 2 montørar við bústaðið í Vestmanna í starv, av tí einføldu grund, at ikki ber til at veita kappingarføra tænastu út frá Vágunum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur heitt á vinnumálaráðharran um at umhugsa aðrar loysnir í hesum sambandi ? loysnir í tryggja vinnulívinum í Vágum, og virkunum ið eru knýtt at flogvøllinum, sámuligar flutningsmøguleikar.
? Í samband við aktuellu samferðslutrupulleikarnar, er tað hugstoytt at staðfesta, at ætlanin um vágatunnilin verður brúkt sum polittisk kastibløka. Samgongan hevur samtykt og síðani stovnað eitt partafelag, ið skal standa fyri gerð av tunnlinum, peningur er avsettur 2 ár á fíggjarlógini, og harvið skuldi málið verið greitt, sigur Vinnuhúsið í tíðindaskrivinum.