Fólkatingsval
Hóast Høgni Hoydal, landsstýrismaður, heldur, at hann kann røkja bæði landstýris- og fólkatingssessin, um arbeiðsbyrðan í landsstýrinum loyvir tí, sleppur hann ikki fyri løgmanni. Løgmaður sigur kortanei.
Seinasta veljarakanningin, sum gjørd er upp undir fólkatingsvalið, gevur Tjóðveldisflokkinum annan føroyska fólkatingsmannin. Sannlíkt er, at tann, sum valdur verður, fer at eita Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal sigur í viðmerking til kanningina, at hon skal takast við fyrivarni, tí tann parturin, sum onga endaliga avgerð hevði tikið, var rættiliga stórur og kann lættliga broyta alt valúrslitið.
Men hinvegin ætlar hann sær, um hann verður valdur á Fólkating, at møta og í øllum førum halda eina setanarrøðu.
Tað er heldur einki óvnaligt í tí, at ein landsstýrismaður ella ein løgmaður verður valdur á Fólkating. Teir eru eisini møttir og hava síðan latið sessin frá sær aftur til næstvalda umboðið á listanum.
Atli Dam hevur verið valdur fólkatingslimur, meðan hann var í Tinganesi, eins og Edmund Joensen við næstseinasta fólkatingsval varð valdur, meðan hann var løgmaður í Føroyum. Báðir møttu á Fólkatingi, men lótu síðan sessirnar til varamenninar.
Høgni Hoydal hevur sama møguleikan, men hevur ikki enn gjørt av, hvat hann fer at gera, um støðan verður aktuell.
Hann vil ikki gera viðmerkingar til, um persónsspurningar kunnu fara at spæla inn. Spurdur um ávísir navnnevndir tjóðveldismenn kunnu gerast ein trupulleiki, um teir koma á Fólkating sum eykamenn fyri Høgna Hoydal, svarar hann bert, at teir munnu vera líka frægir sum onkur annar.
Men Høgni Hoydal váttar tó fyri Sosialinum, at hann kanska kann fara at røkja bæði størvini, um arbeiðsbyrðan í Tinganesi loyvir tí. Tí tað er so stutt eftir av løgtingsvalskeiðnum, og eingin er sum sigur, at hann framvegis er landsstýrismaður, tá mai mánaði kemur.
Ein slík støða hevði verið rættiliga óvanlig, men avgjørt ikki ólóglig, verður sagt av løgmansskrivstovuni í Tinganesi.
Løgfrøðingarnir á Løgmansskrivstovuni siga, at tað er eingin løgfrøðilig forðing fyri, at ein landsstýrismaður kann røkja báðar sessirnar.
Men tað gongur løgmaður ikki við til.
?Tað kemur als ikki upp á tal, at ein landsstýrismaður fær loyvi til tað, sigur Anfinn Kallsbnerg, løgmaður, púra avgjørdur.
Hóast eingin lóg forðar tí, er tað løgmaður, sum hevur seinasta orðið at siga í slíkum máli, vísir hann á. Løgmaður setir landsstýrismenn og kann eisini loysa teir úr starvi. Og hendir tað, at ein landsstýrismaður kemur í ta støðuna, sum oman fyri er nevnd, verður hann í stundini loystur úr starvinum sum landstýrismaður, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Í oddagrein og øðrum greinum í Dagblaðnum hesa vikuna, rekur Óli Breckmann, blaðstjóri og fólkatingslimur, fram undir, at hendan støðan verður aktuell, og ger sær sínar metingar um, hvat so fer at henda.
Høgni Hoydal vil als ikki gera viðmerkingar til ta skrivingina, sigur hann. Hon er á so lágum støði, at har niður fer hann ikki.
?Eg fari heldur burtur úr politikki, enn at flyta meg niður á støðið hjá Óla Breckmann, sigur hann.