Landsstýrið hevur ikki fólksins stuðul í førda útlendingapolitikkinum. Tað er niðurstøðan av eini meiningakanning, sum varð kunngjørd í Tarablaðnum í síðstu viku. Gott og væl 500 fólk eru spurd í kanningini.
Spurningurin, sum verður settur í kanningini, ljóðar soleiðis: Hvussu ert tú nøgd/ur við útlendingapolitikk landsstýrisins?
Nærum ein triðingur, 31 %, sigur seg vera sera ónøgdan við tann førda útlendingapolitikkin. 20 % av teimum spurdu siga seg vera ónøgd, og 17 % eru nærri ónøgd.
Sostatt eru 68 % av teimum spurdu ónøgd við útlendingapolitikkin, sum Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum hevur staðið fyri vegna hesa samgonguna.
Bert 1 % av teimum gott og væl 500 spurdu siga seg vera sera væl nøgd við útlendingapolitikk landsstýrisins. 15 prosent eru nøgd, og 9 prosent eru nærri nøgd.
Landsstýrið hevur tí ein fjórðing av teimum spurdu aftanfyri seg í útlendingapolitikkinum, meðan heili 68 prosent eru ónøgd við politikkin hjá sitandi landsstýri á hesum økinum. Sjey prosent vita ikki, hvat tey skulu halda um útlendingapolitikkin hjá landsstýrinum.
Størst ónøgd í Tjóðveldisflokkinum
Kanningin vísir eisini, hvussu býtið millum flokkarnar er í hesum spurninginum. 37 prosent av veljarum Fólkafloksins stuðla sínum manni í landsstýrinum.
Mótstøðan er sjálvsagt harðast í størsta andstøðuflokkinum, har 80 prosent geva sína ónøgd til kennar, og bert 22 prosent av sambandsveljarunum taka undir við útlendingapolitikki landsstýrisins.
Tølini fara at broytast
Jógvan við Keldu, landsstýrismaður við innlendismálum, letur seg ikki taka av fótum av hesi kanningini.
- Eg eri sannførdur um, at hesi tølini fara at broytast sum frálíður, og vit fara ikki at gera nakra serliga broyting í tí førda politikkinum, fyrr enn útgreiningin av útlendingapolitikkinum er liðug, sigur Jógvan við Keldu í viðmerking til kanningina, sum ikki gevur landsstýrinum serliga góð skoðsmál.
Hann skilir hinvegin væl ónøgdina, sum kemur til sjóndar í kanningini, og hann viðgongur eisini, at hann ikki hevur gjørt alt rætt í handfaringini av málinum. Hann trýr hinvegin fult og fast uppá, at fólkið í longdini fer at taka undir við landsstýrinum.
- Eg havi kanska ikki gjørt alt rætt, men fólk fara at taka undir við okkara politikki. Tað at vit hava tikið málið upp á hendan hátt hevur havt við sær nakrar rembingar, men úrslitið verður, at vit fáa ein skipaðan útlendingapolitikk, sum vit ikki hava havt áður, sigur Jógvan við Keldu, sum ikki fer at leggja á annan bógv orsakað av hesi kanningini.
Landsstýrið hevur sett í verk eina útgreining av útlendingapolitikkinum, sum verður liðug í heyst. Útgreiningin verður gjørd av embætismonnum í innlendismálaráðnum saman við einum politiskum fylgibólki við einum umboði fyri hvønn flokk.
Í løtuni umboða íbúgvarnir í Føroyum umleið sjeyti tjóðir umframt tær norðurlendsku tjóðirnar.