Útlendingar hava keypt part av Tavuni

Útlendskt felag hevur keypt seg inn í gulllaksavirkið Tavuna í Leirvík

Eitt norskt felag hevur keypt 20 prosent av partapeninginum í gulllaksavirkinum Tavuni í Leirvík.

Tað skrivar Sosialurin í dag. 

Norska felagið er størsti einstaki keyparin av gulllaksi hjá Tavuni. 

Frammanundan handilin áttu Jógvan Elias Joensen, Ingvar Joensen, Joen Magnus Rasmussen og Norðoya Íløgufelag allan partapeningin í felagnum.

– Norsku keypararnir hava leingi viljað sloppið at eiga ein part í fyritøkuni. Teir eru blivnir nógv tann størsti keyparin av vørunum frá okkum, og tí vilja teir eisini tryggja sær, at teir standa ovast á keyparalistanum, serliga um tað fer at standa á at lata øllum nóg mikið, sigur sigur Ingvar Joensen, stjóri, við Sosialin.

Meira kann lesast í Sosialinum, sum kom út í gjár.