Hetta er vikuskiftið, tá flogbólturin av álvara fer í gongd aftur. Og bæði hjá kvinnum og monnum sær tað rættiliga spennandi út í meistaradeildini. Fleiri lið hava brúkt hesar seinastu mánaðirnar til at styrkja seg við útlendskum leikarum. Tað ber sjálvandi illa til at siga longu nú, hvussu hesir fara at roynast, men í øllum førum fara tey útlendsku flogbóltsfólkini aftur í ár at seta sín serstaka dám á flogbóltskappingina.
TB spennir bogan
Eitt av liðunum, sum seinastu árini hevur verið við til at mynda kvinnukappingina, er TB. Í fjør vunnu suðuroyarkvinnurnar bronsu, men tær vóru ongantíð nær við tey hægru plássini, og kappingin bleiv skjótt ein kapping millum Drátt og Mjølnir. Men í ár kundi okkurt bent á. at TB veruliga ætlar at vera, har tað er stuttligast at kappast. Tveir útlendskir leikarar úr ávikavist Rumenia og Jugoslavia eru komnir til Tvøroyrar, og um hesar báðar gerast ein góður fongur hjá TB, er væl hugsandi, at Suðuroyggin veruliga fer at gera seg galdandi í vetur. Og TB-kvinnurnar fáa beinanvegin møguleika fyri at vísa, hvat tær ætla í ár, tí tær byrja kappingina í dag á útivølli móti Mjølni. Ein hørð byrjan, tí á heimabeiti plagar Mjølnir ikki at vera til at spæla við. Tann dysturin er settur at byrja klokkan 13.00, og so verður áhuavert at síggja TB-liðið royna seg móti Mjølni, sum altíð er at rokna millum FM-favorittarnar.
Føroyameistararnir úr Drátti leggja út við heimadysti á Giljanesi móti ÍF. Her verða Marina Popovic og hinar í Drátti favorittar, og tað er so nakað, tær mugu venja seg við. Sum føroyameistari finnur ein skjótt útav, at trýstið er størri enn annars, ikki minst tí hini liðini gera sítt ítarsta og kanska eitt sindur afturat, tá tað eru sjálvir meistararnir sum standa hinumegin netið.
Í morgin hittast Fossánes og Fleyr. Tað gekk sera illa í hond hjá Fossánesi í fjør, men Fleyr var so tað liðið, tær stóðu seg best ímóti seinasta kappingarár. Sum heild verður roknað við, at hesi bæði liðini fara at stríðast í niðaru helvt av stigatalvuni í vetur, men annað av liðunum fer so at byrja kappingina við einum sigri, og tað er jú altíð gott.
Kvinnuflogbólturin er spjaddur út um alt landið. Suðuroyggin, Vágarnar, Eysturoyggin, Norðoyggjar og Havnin hava øll umboð í meistaradeildini, og tað er hugaligt. Hinvegin merkir tað so, at tað ikki er landfast millum tey flestu liðini. Men Mjølnir og Fossánes eru grannar, og tí ber til hjá teimum at spæla næstan nær tað skal vera. Og tann fyrsta av teimum grannauppgerðunum verður mikukvøldið. Men fyrst og fremst hava leikararnir eyguni vend móti uppgávunum, sum standa fyri framman í dag og í morgin.
Føroyameistarar til Sørvágs
Í kappingini hjá monnunum hevur nógv verið tosað um SÍ hesa seinastu vikuna. Tað eru fleiri onnur feløg í meistaradeildini, sum hava stoltari traditiónir enn SÍ, men farna vikuskifti gjørdu sørvingar bart og tryggjaðu sær pláss í steypafinaluni, sum verður komandi vár.
Borko Ilic er vorðin venjari í Sørvági, og ein annar útlendskur leikari er við á SÍ-liðnum. Og í landskappingini leggja teir hart út, tí í dag koma føroyameistararnir úr ÍF vestur at vitja. ÍF telist aftur í ár millum favorittarnar, og hetta verður ein verulig styrkiroynd hjá SÍ, sum í fjør endaði langt aftast, men sum í ár sær út til at ætla sær longri upp.
Tá vit leita eftir einum avbjóðara til meistaraheitið hjá ÍF, sær Fram næstan út til at vera frægasta boðið. Romica Pascu og hansara menn skulu til Klaksvíkar at leika móti Mjølni, og hesin dysturin kann geva eina góða ábending um, hvar liðini bæði flóta í ár. Mjølnir byrjaði sera væl í fjør og var á odda í grundspælinum. Men aftaná nýggjár fóru teir at tapa, og so dragnaðu teir skjótt. Spurningurin er so, um tann gongdin skal halda fram nú hálvt ár seinni, ella um Mjølnir kemur aftur á vinnarakós.
Fimm lið eru í meistaradeildini hjá monnum. Fimta liðið, sum er Fleyr, spælir ikki hetta vikuskiftið. Eins og áður verður borið so í bandi, at tað felagið, sum ikki spælir eitt vikuskifti, í staðin fær dómarauppgávur at røkja, og tað hevur Fleyr so hetta vikuskiftið.
Dystir hetta vikuskifti:
Meistaradeild kvinnur
13/10 Mjølnir-TB 13.00
13/10 Dráttur-ÍF 14.00
14/10 Fossánes-Fleyr 15.00
Meistaradeild menn
13/10 SÍ-ÍF 14.00
13/10 Mjølnir-Fram 15.00