Útlendingarnir myndaðu best álopið

Marina Popovic úr Drátti og Boban Ilic úr ÍF kunnu næsta árið kalla seg bestu áleypararnar í føroyskum flogbólti

Kappingin hjá kvinnum stóð serliga millum tær tríggjar, Marinu úr Drátti, Tinu Jacobsen úr Mjølnir og Gudrid Nolsø úr TB.
Lítið er at ivast í, at fleiri høvdu væntað, at Gudrid Nolsø fór at fáa heiðurin, eftir at hon bæði gjørdist gullvinnari á Man við landsliðnum, Danmarksmeistari fyri U-21 leikarar við Fortuna og Føroyameistari við TB.
Men Gudrid hevur bara leikt umleið helmingin av føroysku kappingini og tað hevur helst havt sína ávirkan.
At valið fall á Marinu Popovic er bæði rætt og rímuligt. Hon hevur víst seg at vera ein fram úr góður leikari og ein fongur fyri Drátt. Hon hevur eitt gott slag og dugir eisini sera væl at lesa blokkin av.
Í fjør gjørdist Marina meistari saman við Drátti, men í ár máttu tær taka til takkar við bronsuni. Tað er í sær sjálvum ikki nøktandi, men tað vísir kortini, at kappingin millum liðini er so mikið hørð, at tú skalt hava eitt gott lið fyri at gerast meistari.
Tina Jacobsen úr Mjølnir sníkti seg inn millum tær báðar, og tað er eitt herðaklapp til ein góðan leikara.
Hjá monnnum stóð kappingin millum teir somu tríggjar leikararnar, sum gjørdust ársins leikarar. Hesaferð var tað Boban Ilic úr ÍF, sum fór avstað við steypinum, og tað valið var í lagið. Samanborið við tvíburðabróðurin, Borco, hevur Boban verið tann støðugari og tað hava leikararnir eisini sannað.
Rúni smeig sær inn millum teir báðar og eisini tað er í lagið. Samanumtikið má tí sigast, at valið av ársins áleypara var eitt gott val.