Norðlýsið skrivar í kvøld, at 23 ára gamli slovenin, David Skrbec, sum kom til KÍ í summar ikki heldur fram í felagnum komandi kappingarár, sjálvt um hann hevur sáttmála fyri 2021.
- Hann hevur havt torført við at fingið spælitíð og hevur fyri tað mesta sitið á bonkinum. Tað hevur nú ljóðað, at hóast hann hevur sáttmála fyri 2021, so heldur hann ikki fram. Í kvøld hava vit fingið váttað, at David Skrbec og KÍ í sátt og semju eru samd um, at samstarvið steðgar nú, skrivar Norðlýsið.
Tað er ivasamt við fleiri spælarum til komandi kappingarár. Ole Erik Midtskogen og Patrik Johannesen eru tveir av profilunum, sum ikki hava sáttmála. Jóannes K. Danielsen hevur eitt mál um at spæla uttanlands, meðan Jákup B. Andreasen flytir til Havnar.