Talan var um ein bil úr Polen.
Blóðroynd varð tikin, men eingin ivi var um at maðurin var so mikið ávirkaður, at hann slapp ikki at halda fram í bilinum.
Hann fekk ein bót á staðnum, samstundis sum bilurin varð tikin í varðveitslu.
Maðurin fær ikki bilin aftur, fyrrenn bótin er goldin!
Í einum øðrum føri rendi ein kvinna útav í Kollfjarðardali. Løgreglan kom á staðið og kundi staðfesta at hon var ávirkað. Hon var einsamøll í bilinum.
Fann sjálvur tann seka
Leygardagin fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur hevði framt herverk ímóti einum sethúsum í Havn.
Viðkomandi hevði brotið onkrar rútar í húsinum. Tann, sum átti húsini, fann sjálvur fram til mannin sum hevði framt herverkið.
Talan var um ein tilkomnan mann.
Óskynsom parkering
Stutt eftir midnátt leygarkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um ein bil, sum stóð ikki serliga væl parkeraður.
Ein maður skuldi fara frá húsum sínum í Tvørgøtu, men hann slapp ikki út, tí ein bilur varð settur frammanfyri útkoyring hansara.
Hann visti sær ikki onnur ráð enn at boða løgregluni frá, men trupulleikin var bert tann, at ikki bar til at fáa fatur á viðkomandi, tí tað var vorðið so seint.
Var veruliga talan um akuttan tørv, hevði møguleiki verið at ringt á brandstøðina, og fingið teir at flutt bilin.