Útlendsk arbeiðsmegi í Oyndarfirði

Á fiskavirkinum Viking Fisk í Oyndarfirði arbeiða í løtuni eini 10-15 útlendingar. Bara stjórin er føroyingur

 

Oyndarfirði: Viking Fisk í Oyndarfirði hevur eini 10- 15 fólk til arbeiðis. Og tey eru útlendingar. Flestu teirra úr Thailandi.

Viking Fisk byrjaði at arbeiða fisk i Oyndarfirði í februar mánað, sigur stjórin, Hendri Tausen. Tá varð avtala gjørd við kryvjivirkið hjá alifelagnum Norex um, at Viking Fisk, sum var granni hjá kryvjivirkinum hjá Norex, skuldi arbeiða sekunda laks frá teimum og selja hann av landinum.

Eisini varð avtalað, sigur Hendrik Tausen, at Viking Fisk ikki skuldi taka arbeiðsfólk frá Norex. Tí varð farið uttanlands eftir arbeiðsfólki. Og flestu teirra komu heilt úr Thailandi.

Stutt eftir, at Viking Fisk var farið í gongd, steðgaði tøkan hjá Norex. Kryvjistøðin varð flutt til Fuglafjarðar, har nógvur laksur varð tikin orsakað av sjúku. Og síðan er tað hent, at norðmenn saman við Vestlax hava keypt Norex, og allur fiskurin haðani verður nú arbeiddur á Vestsalmon í Kollafirði.

Tí fór Viking fisk undir at keypa hvítan fisk á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya á Toftum, sigur Hendrik Tausen.

Hann sigur, at enn er tað bara smávegis, sum arbeitt verður. Tað er ikki flakavirki sum so, tey hava í Oyndarfirði.

Støðan er, sigur hann, at tey gera royndir fyri eina svenska fyritøku, sum tey samstarva við. Í Oyndarfirði royna tey ymsar framleiðslur, sum so verða avskipaðar til Svøríkis, har hendan svenska heilsølan, tey samstarva við, selur vøruna.

Júst hvat endaliga úrslitið er, vil hann ikki siga, tí hann metir tað sum ein virkisloynidóm, sigur Hendrik Tausen. Men hann væntar, at tað nakað skjótt fer at bera til at fara undir rættiliga framleiðslu, tá tey hava funnið fram til røttu vøruna, sum sviar vilja hava.

Hann sigur, at tey mest hava lagt seg eftir at arbeiða smáfisk á Viking Fisk. Men hesa seinnu tíðina er onkur hendinga sending av laksi eisini komin inn á virkið.

Um útlendingarnar, sum arbeiða á virkinum í Oyndarfirði, sigur Hendrik Tausen, at talan í grundini er um eina familju, sum er komin hendanveg bara til at arbeiða á hesum virkinum. Onkur teirra er giftur her, og tann vegin er sambandið komið í lag.

Hann sigur, at øll hesi fólkini hava fullgott arbeiðs- og uppihaldsloyvi, sum er galdandi eitt ár. Tá tað árið er úti, skulu loyvini endurnýggjast hvønn mánað.

Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, heldur tað vera løgið, at tað skal vera neyðugt at biða arbeiðsfólk heilt úr Thailandi at abeiða fisk í Føroyum.

Tað hon veit av, sigur hon, manglar arbeiði í fleiri støðum í landinum, har fiskafólk noyðast at fáa ískoyti frá Arbeiðsloysisskipanini.

Og vanliga plaga myndugleikarnir at ráðføra seg við fakfeløgini, tá arbeiðsloyvi verða latin útlendigum, sigur hon, men sigur seg samstundis einki kenna til nakran fyrispurning hesum fólkunum viðvíkjandi.

Fólkini eru limir í Føroya Arbeiðarafelag, sigur Ingeborg Vinther, og leggur aftrat:

»Men tú kanst gott skriva, at tað tók sanniliga tína tíð at fáa tey at gerast limir.«