Útlendskir makar skjótari arbeiðsloyvi

Útlendingar, giftir føroyingum, skulu skjótari fáa arbeiðsloyvi í Føroyum. Hægri lestur skal uppraðfestast og føroysk rættarskipan skal skipast. Hesi vóru nøkur av málunum, sum ársfundurin hjá Sjálvstýrisflokkinum samtykti leygardagin

Samtyktin frá ársfundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum er soljóðandi:


Landsfundurin fegnast um tað avbera góða valúrslitið og stóru tilgongdina av nýggjum virknum limum. Eisini tekur fundurin undir við tí politikki, tingbólkurin hevur ført higartil.


Sjálvstýrisflokkurin ásannar at alneyðugt er at Føroyar samtykkja og fremja ST-sáttmálan um rættindi teirra ið bera brek. Neyðugt er at tryggja ráðgeving og eftirlit við, at sáttmálin verður hildin.


Landsfundurin tekur undir við, at tingbólkurin roynir at fáa semju í lag við landsstýrissamgonguna um ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk.


Eisini fegnast fundurin um royndirnar at skapa breiðar semjur á tingi um týðandi mál. Serliga má breið semja fáast um langtíðar og burðardyggan fiskivinnupolitikk.


Tað er av stórum týðningi at taka umhvørvis viðurskiftini í álvara. Átøk skulu fremjast til tess at minka dálkandi útlát. Umhvørvisvinarligar reinar orkukeldur, so sum vindur, vatn, sól og aldu orka skulu mennast.


Útlendingaøkið má skipast av nýggjum, so Føroyar fáa neyðuga tilgongd av arbeiðsmegi. Útlendingar giftir við føroyingum, skulu fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvið, tá umsókn um familjusamanføring verður latin inn.


Heitt verður á samgonguna um at raðfesta hægri lestur og at samtykkja uppskotini um rættarskipan og javnstøðu.


Loksins harmast landsfundurin, at ikki størri stig verða tikin á sjálvstýris- og framburðsleið.