Útlendsku manningarnar skulu halda seg umborð

Manningarnar á útlendsku skipunum, sum eru í Føroyum, hava fingið boð um, í mest møguligan mun, at verða verandi umborð, meðan skipini liggja við bryggju. Bara avgerandi neyðug ørindi í landi og øvut verða undantikin

Fríggjadagin sendi havnabólkurin undir Kommunufelagnum – havnaskrivstovurnar í Tórshavn, Runavík, Fuglafirði, Klaksvík, á Tvøroyri og í Vági – áheitan á umboðini hjá útlendsku skipunum, sum koma í føroyskar havnir, um at vísa neyðug atlit í mun til COVID-19 smittuna.

Tað merkir í mest møguligan mun, at verða verandi umborð, meðan skipini liggja við bryggju. Bara avgerandi neyðug ørindi í landi og øvut verða undantikin.

Útlendsku útgerðarfeløgini hava sambært havnarmeistaranum við Runavíkar havn, Brandi Højgaard, givið skiparunum boð um, at ongin skipsmaður sleppur í land og ongin úr landi umborð á skipini, sum støðan er í løtuni. Hetta fyri at verja manningarnar ímóti COVID-19 smittuni, skrivar Runavíkar kommuna.

Teir einastu, sum nú sleppa umborð á skipini, eru loðsarnir, tá ið teir eru kravdir sambært lóg, - og teir hava fingið boð um at bera grímu, meðan teir eru staddir umborð á skipunum.