Lutkastið í Champions League lagaði seg soleiðis, at um Real og Barcelona koma víðari til hálvfinalurnar, so skulu liðini møstast fýra ferðir inn stutta tíð. Dystirnir millum Barcelona og Real Madrid hava fingið heitið; ?El Clasico? og eru av mongum mettir sum tann størsta uppgerðin í fótbólti millum feløg. Fyrrverandi Real Madrid framherjin, Emilio Butrageño, sum eisini er talsmaður hjá Real Madrid, vildi tú ikki hoyra talan um hálvfinalurnar. Hann segði við Sky Sports, at Real Madrid fyrst og fremst skal vinna á Tottenham í fjórðingsfinaluni áðrenn.
Liðini møtast á Santiago Bernabeu í Madrid í sponsku landskappingini 17. apríl. Tríggjar dagar seinni møtast tey aftur. Hesa ferð í finaluni í sponsku steypakappingini, sum verður leikt á Mestella leikvøllinum í Valencia. Koma bæði liðini víðari, so møtast tey aftur 26. ella 27. apríl í fyrru hálvfinaluni og aftur 3. ella 4. maj í seinnu hálvfinaluni.
Sostatt er møguleiki fyri fýra ?El Clasico? uppgerðum upp á bara góðar tvær vikur. Tað krevur tó, at Real Madrid vinnur á Tottenham og Barcelona vinnur á Shakthar Donesk í fjóringsfinalunum.