Útnorður og nationalisma

Serliga Útnorður, Noreg, Ísland, Føroyar og Grønland hava eina aðra søgufatan og eru nogv meiri nationalromantisk øki enn t.d. Danmark og Svøríki, saman við vinnuni, náttúruni og seinu urbaniseringini, eru vit á marknaðargylinum millum modernitet og eitt siðbundið samfelag í dag

Nakrar visiónir fyri norðurlenskt samstarv í framtíðini í samband við at Norðurlandaráðið fyllir fimti ár
- Um viðurskifti millum størru londini og útnorður
í einum altjóðagjørdum heimi, sæð í sosiologiskum høpi.

Fyrilestur hildin í Norðurlandahúsinum 20. oktobur í Nørrónafelagnum.

Næsti partur

Søguligt, málsligt og antropologiskt eru í Norðanlondum sera eins, og søguligt er nógv at savnast um, men nútíðin og framtíðin tykjast bjóða stórar avbjóðingar. Framtíðarinnar Europa kemur at krevja nýhugsan av Norðurlenskum samstarvi, hetta kemur at geva okkum fleiri møguleikar:

?Skulu Norðanlond gerast ein platformur innan ES?
?Ella skulu vit satsa uppá at arbeiða breiðari og meiri globalt?
?Serliga útbúgving, mentanar- og sosialpolitikur eru torfør øki at broyta hjá okkum.
?Hvussu kunnu Norðanlond við teim organum vit hava, Norðurlandaráðið (stovnað í 1952), Norðurlendska Ministararáðið (1971) geva impulsir til eitt modernað Europa, ið er merkt av altjóðagerðing, internationalisering og samstundis sum vit merkja negativu árini, har ein sokallað lokalisering kemur undan kavi?

Hetta er spurningur um ein horisont. Í útgávuni frá 1993 frá Norðurlanda-húsinum skrivar Jahn Otto Johansen í greinin:"Vist er der håp for Færøyene" at longu Eyðun Anderasen helt fyri í doktararitgerð síni: "Folkelig offentlighed", at vit í Føroyum liva í einum lagnufelagsskapi, (Gunnar Hoydal sigur okkurt tílíkt) hetta at vit liva sama stað og eru bundin at hvørjum øðrum. Har spenningurin millum tað nationala og tað tjóðskap-arliga, og til hina síðuna millum altjóða heimin er klárur. Hetta er eingin útjaðararomantikkur sigur Jahn Otto Johansen, ið er positivur serliga har føroysk mentan kann mennast av norðurlenskari mentan. Tvey ár áðrenn er Jan Stiernsted inni á tí sama:
"Kunnleikin til Føroyar í Norðanlondum er mangan merktur av romantiskari hugsan og svermarí ? har man sær Føroyar sum eitt eksotiskt reservat fyri fólkadans og klichemerktari fólksligheit ? eitt slag av frílandsmuseeum í náttúrligari stødd".

Har henda eksotisma er ein avbjóðing og managn troyttandi fyri okkum. Júst hetta kom Norðurlanda-húsið at arbeiða ímóti. At fáa Norðurlond til Føroya og Føroyar til Norðanlond varð góð stevna. At vit hava fisk, hval o.s.fv. vilja nógv gera hetta til nakað gott, mergjað, men tað er tað ikki bara, tí tá vit seta okkara tankar um frælsi í orð, hoyra vit mangan um, at frælsið er knýtt at hesum at kunna flyta seg. Vit hava fingið eina elitu, sum er mobil og global. Í hjartanum á globaliseringini liggur fræðið til meiri frælsi fyri nøkur, men hetta kostar at onnur fáa eina skerda kenslu av frælsi, tí tey enda við at vera bundin lokalt.
Globalisering er eisini lokalisering
Pólski sosiologurin Zygmunt Baumann sigur um globaliseringina, at hon skapar eina »tíð og rúm samanrenning«, tí vit hava fingið eina altjóða elitu í handilsverðini, innan gransking og fjølmiðlar, t.d. har hesi fólk eru meistarar innan hetta at skifta vitan og tí hava hesi transnational størv við ovurhonds valdi, sum eingin tjóð hevur beinleiðis ávirkan á. Hesi fólk eru ikki sum fyrr staðarbundin. Henda prosess skapar samstundis eina »lokaliserindi« effekt, ið bindir fólk á einum stað, tí tað sum merkir globalisering fyri nøkur merkir lokal »binding« fyri onnur. Tað, sum kenst sum frælsi fyri nøkur, rakar onnur sum ein óvælkomin og syrgilig lagna, tá stórar heimsfyri-tøkur flyta, ella landsins egnu virki flyta har, sum lønin er lág. Soleiðis er rúmligur mobilitetur sera vælumtóktur í dag. Baumann heldur fyri:
»Ein serlig orsøk til at stúra er alsamt samanbrotið av samskiftinum millum globalu og ekstraterritoralu elituna og meiri »lokaliseraða« restbólkin«.

Tann tøkni og teir persónar, sum vinna á tíð og rúmi nýta styttri tíð at eyðræna sosiala rúmið, sigur Baumann. Peningastreymar eru saman við vitan og tí tilfeingi, sum vællærd fólk eru, globalir í dag, meðan tey, sum ikki kunnu fylgja við, enda sum áskoðari til sítt egna lív. Globala elitan livir í einum púra ymiskum sosialum "rúmi", meðan onnur liva við ymiskum trupulleikum, sum ongan áhuga hevur fyri akademikarar, altjóða politik, fjølmiðlarnar og listina. Øll, sum tosa um ein sokallaðan »postmodernaðan« veruleika, endurgeva bert eina einvegis sjálvsfatan hjá eini kastu, sum er sosialt blind fyri hesum, at tey flestu ikki liva í hesi verð, har hesir mentalu eksterritorialu globetrottarar, sum eru púra uttan áhuga fyri minni eksotiskum pørtum av veruleikanum, sum er hesin »ikki uppdagaði« fólksligi parturin av tí modernaða samfelagnum. Nøkur vilja gera tað rurala, lokala og fjarskotna til ein fyrimun, men hetta er at skapa eina dygd, har hon kanska ikki er. Nógv royna at byrgja upp fyri hesi menning og eru kritikarar av globaliseringini.
Norðurlenska Ministararáðið hevur í 2000 útgivið ein bókling kallaður: "Opin fyri heimsins vindum" titulin eitur eftir yrking hjá Piet Hein. Har hann sær fyri sær Norðurlenska landslagið, sum er opið fyri heimsins vindum, har tað krevjast sterkar røtur og lívskraft fyri at vaksa. Henda bók er skrivað av úrvali av vísmonnum, av nordistum við ymiskum førleikum, úr Føroyum er Jóannes Dalsgaard við. Hesir siga, at vit í Norðanlondum eru opin fyri øktum samstarvi, at í okkara samleika er hin norðurlenska dimensiónin ein partur. Serliga viðgera hesi globalisering, tøknifrøði, europeiska integratión, mentan, útbúgving, fólkaræði og vælferð o.s.fv. Her er globalisering økta informatiónsútboðið, tað at vit flyta okkum um landamørk, ið aftur ávirkar mentan og atferð um allan heimin. Vaksandi handil, hátøknifrøði, økt migratión, og her er globaliseringin eisini øktir møguleikar, men eisini hin vegin kann hetta leiða til órætt og mun á fólkum. Eisini at angloamerikanska árinið, ið globaliseringin av mentan og granskning kann elva til domenetap, men ein altjóðagerðing elvir eisini hin vegin til øktan áhuga fyri egnum røtum og samleika.
Her er nógv meiri og hyggja vit eftir tilfari frá Nordisk Ministerråd frá 2002: "Samarbejde Nordisk Styrka", so er nógv gott at lesa um mentan, film, tónleik, leiklist, Nordisk Kulturfond (26 mill pr. år). 4 Norðurlensk hús ? Åland, Fø, Grøn, Isl. Nordurlanda Ráðið gevur bæði eina stóra virðisløn, innan tónleik og eina innan bókmentir. Norðplus sendir fólk út at lesa, NorFA styrkir og stuðlar gransking.
Lokalisering og globalisering
Men alt er ikki bert so alfagurt, Vísmannaráðið vísa á problemir, ið teir ikki kunnu loysa. Norðurlandaráðið hevur útgivið bókling: "Gør Norden synlig ? En håndbog om at informere" her í 2002, har teir innleiðandi siga: "at fjølmiðlar síggja gjøgnum flosklar og boureauratiskt mál, áhugamál" tí er áhugin ikki so stórur. Torført er at koma fram í Danmark t.d. við Norðurlenskum samstarvi. 24 milliónir fólk eru í Norðanlondum, allir borgarar gjalda einar 30 krónur hvør um árið gjøgnum skattin, men nógv, sum hendir, er bert fyri eina lítla fjøld. 75.000 fólk eru limir í Foreningen Norden, hesir nordistar eru við í netverkum av bókasøvnum, av skúlasamstarvi o.s.fv. Sjálvt um Informationsafdelingen roynir at berjast fyri at gera Norðurlond sjónlig, so vaksa nýggjar gjógvir fram:

1.Tey ungu duga illa at síggja meirvirði av norðurlenskum samarbeiði (Nordjob, Nordplus o.s.fv.). Norðurlond skulu kappast við Paris, New York, Lond-on og metropolar um heimin.

2.Málsliga duga danir ikki at tosa við sviar og norðmenn, sviar ikki við danir. Íslendingar er um at lenda málsliga í einum anglosaksiskum ongamannalandi langt frá tí norðurlenska, hetta ger teir sterkari innan eina globalisering, men fremir samstundis ikki eitt økt norðurlenskt samstarv. Okkara málpolitikkur hevur brá av hesum eisini.

3.Altjóðagerðingin fremur áhugamálini hjá sentrum, vit fáa eina heims-miðsavnan, og enskt gerst vald, arbeiðs- og pengamál. Dugir man ikki enskt í dag, er man púra ferdigur, um man ikki skilir svenskt ger hetta nærum einki, tykist moralurin at vera.

4.Fjølmiðlarnir í stóru londunum hava lítlan um ongan áhuga í Norðurlondum. Innan journalistik er kent, at konfliktir selja, saman við tí heilt lokala, og at gølur og "trends" skapa fjølmiðlarnar. Eitt gott hugskot kom Pál Weyhe við, at eitt nú, at Føroya Tele kemur at senda Norðurlenskar sjónvarpsrásir til allar føroyingar.

5.Útnorður hevur lítlan áhuga, sum annað enn nakað fjarskotið og eksotiskt, um nakran, hetta hevur Hanus Kamban hevur skrivað um í Politiken.

6.Útnoður er í vanda fyri at koma afturum, har globaliseringin skapar eina lokalisering av teim fjarskotnu, ikki mobilu og av útjaðaranum.

Fara vit inná heimasíðuna, www.norden.org, so er hópin av upplýsing um aktiv organ innan norðurlenskt samstarv í dag. Út kemur blað: "Politik i Norden". Og tað koma bøkur, rapportir. Í bókini Nordisk Samarbejdsorgan 2002: eru kanska eini 150 Ráð, nevndir o.s.fv. Eitt stórt apparat.
Men hvat er við at henda í dag? Hvat er henda globalisering og hvønn týdning hevur hetta fyri útjaðarar sum Åland, Føroyar, Ísland og Grønland? Tí áðrenn eitt samstarv kann virka er neyðugt, at vit hava tulkað, hvat vit hava brúk fyri, hvat er veruleikin og herfrá, hvørji mál skulu vit hava framyvir. Hvat er hugmyndafrøðin undir Norðurlendskum samstarvi?

Bøkur:
Coping Strategies in the North ? Local Practices in the context of global restructuring. 1998.
Frantz Wendt: Cooperation in the Nordic Countries. 1981.
Steffan Carlén: At ställa ut kultur ? om kulturhistorisk utställningar under 100 år. 1990.
Rapport fra kulturkonferansen ? Nordisk kultur ? Nå eller aldri. Åbo Finland 27-29 nov. 1992.
Zygmunt Baumann: Globalisering ? De menneskelige konsekvenser. 1999.