Útnorðurráðið á Eiði

Í farnu viku hevði Útnorðurráðið fund á Eiði, har bæði tíðin, sum farin er og komandi tíð við sínum ætlanum vórðu viðgjørdar

Útnorðurráðið hevði fund á Eiði í fanru viku. Viðgjørt varð millum annað mál ráðsins um tættari samstarv millum heilsuverkini í Útnorðurlondunum, eins og eisini varð komið inn á temaðið fyri komandi ár, sum verður um orka.
Ráðsfundurin hjá Útnorðurráðnum viðgjørdi temaðið fyri 2003, sum er um samstarv millum heilsumyndugleikarnar í londunum í Útnorði.
Útnorðurráðið sigur tí tíðindaskrivi, sum sent varð um vikuskiftið, at endamálið við ráðstevnuni var at lýsa tey vandamál, sum eru á heilsuøkinum í Útnorðurlondunum og leggja upp til størri samstarv á hesum økjunum í londunum.
Útnorðurráðið kom við einum tilmæli til tilráðing til stjórn og landsstýri í Útnorðurlondunum um at aðalráð, landsstýrismenn og ráðharrar á økinum áseta fastar rammur fyri samstarvinum á heilsuøkinum í londunum.
Grønlendski landstingsformaðurin, Jonathan Motzfeldt, tekur við formansstarvinum í Útnorðurráðnum eftir Jógvan á Lakjuni, løgtingsmann.
Jonathan Motzfeldt legði fram virkirætlan fyri komandi ár. Hendan ætlanin leggur serliga dent á viðurskifti Útnorðurs við ES, eins og dentur verður lagdur á samstarv millum Útnoðrurráðið og Arktisku Parlamentarisku Nevndina.
Eisini verður stórur dentur lagdur á burðardygt at gagnnýta livandi tilfeingið í Norðuratlantshavi. Hetta kom serliga fram í eini áheitan á stjórnirnar í útbnoðrurlondunum um at styrkja samstarvið landanna millum við atliti at framhaldandi at gagnnýta felags fiskastovnarnar í Norðurhøvum.
Undir aðalorðaskiftinum varð dentur lagdur á at styrkja samskiftið millum fiskimenn, vísindafók og politikarar, eins og víst varð á týdningin av, at politikarar kenna teirra ábyrgd í hesum sambandi.
Temaið fyri komandi ár er orka. Hetta er stórt evni, sum krevur miðvíst samstarv millum Útnorðurráðið og ráðharrastovur og aðalráð í ymsu londunum, eins og tað eisini krevur samstarv við avvarðandi serfrøðingar og fakfólk, sigur Útnoðrurráðið í tíðindaskrivinum.
Á fundinum hjá útnorðurráðnum luttók eisini norski stórtingsformaðurin, Jørgen Kosmo, sum millum annað helt eina røðu, har hann tossði um Útnorður við norskari luttøku.