Útnorðursamstarvið útbygt

Landsstýrið, íslendska stjórnin, grønlendska landsstýrið og Útnorðurráðið hava gjørt samstarvsyvirlýsing.

TÍÐINDASKRIV

Yvirlýsingin varð undirskrivað í sambandi við ráðstevnuna hjá Norðurlandaráðnum um demokrati, sum í hesum døgum er í Reykjavík.
Samstarvsyvirlýsingin er eitt týdningarmikið stig fram móti at fáa samstarvið millum ráðið og myndugleikarnar í teimum trimum londunum í tryggar formligar karmar.
Tað vóru norðurlendsku samstarvsráðharrarnir, sum skrivaðu undir yvirlýsingina, Siv Friðleifsdóttir vegna Ísland, Lise Lennert vegna Grønland, og Høgni Hoydal vegna Føroyar, meðan Hjálmar Árnason, sum er formaður í Útnorðurráðnum, skrivaðiundir vegna Útnorðurráðið. Næstformaðurin í Útnorðurráðnum, Jógvan Durhuus, tók somuleiðis lut í hátíðarhaldinum.
Samstarvsyvirlýsingin staðfestir millum annað, at samstarvið millum íslendsku stjórnina, føroyska og grønlendska landsstýrið og Útnorðurráðið skal verða framt við at partanir skifta upplýsingar sínámillum á árligum fundi í sambandi við tingsetu Norðurlandaráðsins.
Eisini skulu norðurlendsku samstarvsráðharrarnir, í tann mun tað ber til, taka lut í ársfundinum hjá Útnorðurráðnum, og avvarðandi ráðharrar og landsstýrismenn skulu somuleiðis taka lut í evnisráðstevnunum hjá Ráðnum.
Harumframt skulu norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hvørt ár lata Ráðnum frágreiðing um, hvat londini hava gjørt í mun til tilmælini hjá Ráðnum, og um samstarvið landanna millum.
Tingmannaráð Útnorðurs er samstarvsráðið hjá Føroya Løgtingi, grønlendska Landstinginum, og íslendska Altinginum. Tað varð stovnað í Nuuk í Grønlandi í 1985.
Á aðalfundi í 1997 broytti ráðið navn til Útnorðurráðið.
Átjan tingmenn, 6 úr hvørjum landi, sita í ráðnum.
Útnorðurráðið hevur gjørt samtyktir um ymisk mál, so sum umhvørvis- og tilfeingismál, styrkt mentannarligt samstarv landanna millum, skúla- og ítróttarsamvinnu og mangt annað.
Samtyktir Útnorðurráðsins verða lagdar fram sum uppskot til samtyktar á Løgtingi, sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.