Útnorðursamstarvið víðkast

Høgni Hoydal er júst afturkomin úr Íslandi, har hann hevur verið á ráðstevnu um at víðka útnorðursamstarvið

? Tað er ikki nóg mikið, at norðurlendskt samstarv fevnir um Norðurlond og Baltisku londini. Tað er umráðandi, at vit fáa eitt víðkað útnorðursamstarv, ið fevnir um øll londini kring Norðuratlantshav.

Hesi orð hava vit ofta hoyrt Høgna Hoydal siga. Men nú bendir nógv á, at dreymur hansara verður veruleiki. Hann er júst komin aftur av ráðstevnu í Íslandi, har hetta mál hevur verið til viðgerðar.

Úrslitið av fundinum er Høgni Hoydal fegin um, tí fyri fyrstu ferð eru norðurlendskir ráðharrar á einum máli um, at hetta er ein skilagóð loysn.

? Vit eiga at minnast til, at Norðuratlantshav er ábyrgdarøki hjá øllum londunum kring tað. Tí er tað av týdningi, at hesi lond í felag verja hetta øki. Tað er okkara skylda at samstarva um at veiða burðardygt í hesum umhvørvi, og somuleiðis verja tað móti dálking. Hetta gera vit best við at standa saman sum ein eind.

Høgni Hoydal vísir á dálkingina frá Sellafield sum dømi um eitt mál, har lond í útnorði kunnu standa saman um at mótmæla dálking, ið rakar tey.

Útnorðursamstarvið verður í næstum helst víðka soleiðis, at tað eisini fevnir um Skotland og Kanada.